Vóru í tveimum handlum og stjólu

Talan er um blaðung fólk, sigur løgreglan

Í gjár varð ringt til løgregluna, tvær ferðir, at boða frá, at fólk høvdu verið inni í handlinum og stolið. Løgreglan sigur, at í báðum førum var talan um blaðung fólk, sum høvdu verið í klædnahandlum og stolið nakað av klæðum.

 

Í øðrum førum hevði onkur fingið mynd av tjóvinum, og hann varð tikin stutt aftan á. Í honum førinum var tjóvurin tikin seinni um kvøldið. Annar av teimum var enntá í onkrum av klæðunum, hann hevði tikið.

 

Løgreglan sigur, at hesi málini ganga nú sína gongd. Av tí, at tjóvarnir eru undir 18 ár, verður eisini ein frágreiðing skrivað til sosialu myndugleikarnar. Løgreglan sigur, at slíkt hevur keðiligar avleiðingar fyri fólk, tí eru tey yvir 15 ár, kunnu tey ikki fáa reina revsiváttan í nøkur ár, so sosttatt kunnu tey heldur ikki fáa arbeiði, ella lærupláss, har tað verður kravt, at tey hava reina revsiváttan.

 

Í gjár varð eisini boðað frá herverkið í skýlinum við fótbóltsvøllin í Klaksvík. Har eru nøkur setur, sum eru klødd við búmerkinum í setrinum, og onkur hevur skrotið búmerki úr setrunum. Løgreglan sigur, at enn er eingin skuldsettur í hesum føri.