Nú eru yvir 20 ár liðin síðan Bussleiðin í Havn og Bygdarleiðir fóru at virka. Tað at hesir bussar koyra í fastari rutu, tó á hvør sínum økjum, hevur broytt nógv innan samferðsluna í Føroyum. Hóast bussarnir halda leingi, er neyðugt at skifta teir út av og á, fyri at halda standardin á so høgum støði sum gjørligt. Bussar eru nógv broyttir hesi meira enn 20 árini. Tað síggja vit best á teimum nýggju framkomnu bussunum, har næstan alt er teldustýrt og verður stýrt við smáum joystickum, og teldur mugu brúkast fyri at finna mekanisk, elektrisk ella elektronisk brek.
Uppbygdir í Danmark og Finnlandi
Býbussurin hjá Gunnleif Danielsen er uppbygdur í Aabenraa í Danmark. Hann er ein sokallaður "lav entré bussur", ið er sera væl egnaður til býkoyring. Motorurin er ein DH12D við 340 hk, við umhvørvisvinarligum CRT sótfiltri og heilautomatiskum girkassa við retardara. Bussurin, ið er luftavfjaðraður, kann lyftast upp ella senkast og knela á høgru síðu, soleiðis at trinbrettið er í somu hædd sum gongubreytin. Instrumentborðið kann lyftast upp og niður eftir ynski. Bussurin hevur eftirlitskamera og t.d. verða ljós, hurðar og hitin elektroniskt stýrd. Skivubremsur eru framman og aftan við EBS bremsuskipan.
Bygdaleiðirbussurin hjá Thórleif Isaksen, ið er uppbygdur hjá Kiitokori í Finnlandi, hevur eisini ein DH12D motor, men við 420 hk og 4 trins retardara, ið aktiverast við at sleppa spitaranum. Hann hevur eisini ABS bremsuskipan, fartpilot, antispinn og elektroniskt girskifti. Bussurin er uppbygdur sum ein touristbussur, t.v.s. at setrini kunnu leggjast niður, 2 sjónvarp við DVD-spælara, eisini sæst SVF. Øll setrini hava stikk til oyramikrofon og kunnu skifta millum sjónvarp og radio. Umframt bakkika-mera eru eisini tvey eftir-litskamera.