Vrakaðu alment nevndarval

Starvsfólkaumboðini í Air Greenland vildu ikki síggja Lars-Emil Johansen í nevndini, hóast landsstýrið vildi hava hann sum nevndarfomann Tað er ikki bara í Føroyum, at stríð er um nevndarval í tjóðarflogfelagnum.

Í Grønlandi vildi landsstýrið nevnliga hava fyrrverandi landsstýrisformannin, Lars-Emil Johansen, sum nýggjan nevndarformann fyri Juliu Pars.

Starvsfólkaumboðini í nevndini settu tó hart ímóti hørðum, tá nevndin varð vald. Og við hóttanum um verkfalli frá starvsfólkunum fingu tey landsstýrið at broyta meining í spurninginum.

Lars-Emil Johansen kom eisini skjótt eftir, at hann var óynsktur - bæði sum nevndarformaður og nevndarlimur - og tí segði hann sessin frá sær sama dag, sum hann varð valdur. Og tá landsstýrið síðani heitti á fyrrverandi nevndarformannin, Julia Pars, um at taka við afturvali, játtaði hon hesum. Eisini hóast sama landsstýrið altso hevði givið henni sekkin á aðalfundinum.