Italsku fjølmiðlafólkini eru vanliga væl mannað, tá landsliðið spælir. Ein partur av siðvenjuni við uttanlandsferðum eru landsdystir móti lokalu pressuni, og føroyingar vóru ikki seinir at taka av, tá fyrispurningur kom í gjár.
Rættir landsliðsbúnar vórðu fingnir til vega frá Per Hansen, sum er kit-manager hjá FSF, og so var at kalla klárt til dyst.
Fyrra hálvleik høvdu føroyingar tamarhald á tí mesta, men tá italiumenn eitt skifti spældu við 11 móti 9 kom føroyska verjan av álvara undir trýst, og Tróndur Vatnhamar mátti vísa, hvør dugur er í honum sum málverji. Eftir steðgin skifti italski Claudio De Paolis búna, og hetta vísti seg at vera ein vána handil fyri italiumenn. Støða í steðginum var 2-1 til Føroyar, men við trimum málum var Claudio ein stór orsøk til, at Føroyar vunnu dystin 7-4. Men tað skal tó leggjast afturat, at hann eisini fekk góða hjálp frá hinum á føroyska liðnum.
Hini fýra málini hjá Føroyum skutu Finnur Justinussen, Kaj Joensen, Sveinur Tróndarson og Rólant Waag Dam.