Tað var ein undarligur dystur føroyska U17-landsliðið leikti á ovara vølli í Gundadali í gjár. Úrslitið fara vit ikki at finnast at, tí tað er óført at vinna við tveimum málum móti grannunum fyri norðan. Men tey, ið bara sóu seinna hálvleik av dystinum í gjár vildu illa trúgva, at føroyska liðið hevði skorað tvey mál.
Føroyingar vóru oman á í fyrra hálvleiki og fingu eisini løn fyri stríðið, meðan íslendingar mugu kenna seg eitt sindur snýttar í seinna hálvleiki, har teir vóru oman á og onki fingu burtur úr.
Klæmint avgjørdi
Tað var sjónligt, at føroyska liðið vildi enda bólkaspælið í NM-kappingini á ein góðan hátt, tá teir runnu inn á vøllin og skuldu dystast við íslendingar. Í dystinum móti dønum vóru teir beinleiðis óhepnir ikki at fáa meiri burtur úr, og í móti finnum høvdu teir eisini uppiborið eitt betri úrslit enn teir fingu.
Og tá teir fyrstu 40 minuttirnir vóru spældir var eisini nógv, ið bendi á, at eitt betri úrslit enn seinast var í væntu.
Klæmint Olsen hevði við tveimum vøkrum málum lagt lið okkara á odda 2-0.
Fyrra málið fall tá 12 minuttir vóru spældir. Erling Jacobsen tekur eitt fríspark frá miðvøllinum og leggur tað niðan móti íslendska brotsteiginum. Klæmint Olsen hoppar upp og leggur bóltin niður við bringuni. Hann leggur síðani bóltin, ger eitt trekk og síðani reiggjar beini og smekkar bóltin í netið.
Eitt frágera vakurt mál frá Klæmint Olsen!
Seinna málið kom júst tólv minuttir eftir tað fyrra.Viljormur Davidsen leggur eitt hornaspark aftur til handaru stong, og aftur har er Klæmint Olsen hægstur og stútar hann bóltin trygt í netið til 2-0.
Eisini hetta var eitt gott mál.
Føroyska liðið var spælstýrandi liðið í fyrra hálvleiki. Tað vóru teir, sum settu dagsskránna og skaptu teir allar størstu kjansirnar. Hinvegin vóru íslendingar eisini framvið av og á, men onki munagott spurdist burtur úr tí frá teirra síðu.
Íslendingar oman á
Seinni hálvleikur var lítið hugaligur at hyggja at. Føroyingar skaptu bara ein nevniverdan kjans, tá teir spældu seg niðan til brotsteigin hjá íslendingum og síðani skutu, men fór bólturin eitt fitt petti upp um málið.
Annars er tað at siga, at føroyingar ikki leiktu væl í seinna hálvleiki. Kanska var tað tí, at teir vóru á odda og kendu á sær, at hesa leiðsluna fóru teir ikki at missa. Ella fingu teir bara ikki tingini at hanga saman.
Hvussu so er og ikki, so vóru tað íslendingar, ið vóru oman á allan seinna hálvleik. Teir høvdu bóltin mest og stýrdu teir seinna hálvleiki frá enda í annan. Kortini megnaðu teir ongantíð at spæla seg fram til nakran veruligan stóran málmøguleika, men teir vóru framvið allatíðina og lúrdu eftir møguleikan at sláa til.
Einasta dramatiska løtan í seinna hálvleiki var, tá ein íslendingur varð rikin av vøllinum. Hann hevði framman undan fingið eitt gult kort, og tá so hann fekk seinna gula kortið fyri at lyfta albogarnar ov høgt í einum luftdysti, fekk hann seinna gula kortið og mátti út.
Hetta hendi tá tað restaði umleið eitt korter, men tað forðaði ikki íslendingum í at kempa til tað allar síðsta.
Hóast íslendingar spældu væl allan seinna hálvleik, og vóru nær við at verða heilt vandamiklir viðhvørt, so vantaði onkursvegna síðsti broddurin hjá teimum. Tí fingu teir heldur onki mál.
Endaðu aftastBólkaspælið í NM-kappingini er av. Føroyar fingu ein virðiligan enda við sigrinum á Íslandi, og hálaðu seg við sigrinum undir liðina á Íslandi í stigum. Men íslendingar hava verið raskari at skotið mál enn føroysku leikararnir, og endaðu føroyingar tí aftastir í bólkinum, og skulu teir tí spæla um sjeynda plássið ímóti Noreg.