Um vikuskiftið luttóku fleiri føroyingar í DM fyri ung í frælsum ítrótti, ið varð skipað fyri í danska býnum Skive. Felags fyri íðkararnir var, at teir allir venja við felagnum Treysti.
Hóast einki gull varð vunnið, so eydnaðist tað føroysku íðkarunum at vinna trý heiðursmerki og seta okkurt nýtt føroyskt met. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroya á síni heimasíðu.
Sum vant, so var tað serliga innan renning, at føroyingar gjørdu vart við seg.
Julian Gregersen hevur víst góðan form í føroysku kappingunum seinastu vikurnar, og í Danmark eydnaðist tað honum at taka eitt av metunum frá Marnari Djurhuus, ið fyri nøkrum árum síðani var einaráðandi hjá monnum. Julian Gregersen setti metið, tá hann rann 1.500 metrar. Tað rakk tíverri ikki til heiðursmerki, tó at hann megnaði oyl-kravið. Betri hilnaðist tó í 800 metrum, har hann vann bronsu, skrivar Treysti á síni heimasíðu.
Í tilsvarandi kapping hjá kvinnum, eydnaðist tað Oddvør Josepsen at renna í mál til eitt flott 2. pláss og harvið silvursheiðursmerki í DM fyri ung.
Tað er tó ikki bara í renning, at føroyingar vinna heiðursmerki. Óluva Allansdóttir Joensen var einans 30 sentimetrar ov stutt til gullið, tá hon kastaði 3-kio-kúluna, og mátti í staðin taka til takkar við einum DM-silvumerki.