Fýra av fimm dystum í 1. umfari í Venjarakappingini hava verið í dag. Víkingur vann 4-0 á TB, Skála vann 2-1 á KÍ, meðan AB og NSÍ deildu stigini á Argjum. Fyrr í dag vann HB 8-1 á ÍF. Fimti og seinasti dysturin verður í morgin millum B36 og EB/Streym.
Í Sarpugerði vann Víkingur 4-0 á TB. Heðin Hansen, Andreas Lava Olsen, Elias Lervig og Tonni Thomsen skoraðu málini fyri heimaliðið.
Í Klaksvík vann Skála 2-1 á KÍ, sum ongar av sínum sjey útlendingum hevði við, tí teir ikki eru komnir til landið enn, skrivar Norðlýsið. Andreas Egebjerg Jacobsen legði Skála á odda, meðan Kristiffur Jakobsen javnaði fyri KÍ. Móti dystarenda skoraði Haraldur Højgaard til 2-1 til Skála.
Á Argjum spældi AB og NSÍ javnleik 1-1. Her eru málskjúttarnir ikki kunngjørdir enn, men Búi Egilsson spældi við NSÍ, meðan AB hevði útlendskan spælara til royndarvenjing.
VVF-Cup 1. umfar:
Leygardagin:
HB – ÍF 8-1 (4-0)
1-0 Adrian Justinussen
2-0 Adrian Justinussen
3-0 Adrian Justinussen
4-0 Dan í Soylu
5-0 Jógvan Skeel Nolsøe
5-1 Jan Ellingsgaard
6-1 Jógvan Skeel Nolsøe
7-1 Símun Sólheim
8-1 Símun Samuelsen
AB – NSÍ 1-1
KÍ – Skála 1-2 (0-1)
0-1 Andreas Egebjerg Jacobsen
1-1 Kristoffur Jakobsen
1-2 Haraldur Højgaard
Víkingur – TB 4-0 (2-0)
1-0 Heðin Hansen
2-0 Andreas Lava Olsen
3-0 Elias Lervig
4-0 Tonni Thomsen
Sunnudagin:
B36 – EB/Streymur (13.00)