Týdningarmiklasti metalfestivalurin í Evropa, Wacken, yvirgongur enn eina ferð seg sjálvan við at skipa fyri higartil størsta festivalinum. Høvuðsnavnið verður í ár væl umtókti bólkurin Iron Maiden á festivalinum, sum aftur í ár verður uttandura. Seinastu 10 árini hava fyriskipararnir av Wacken gjørt eina kanning um, hvørjir bólkar, lurtararnir helst vilja síggja ? og hvørt einasta ár hevur Iron Maiden verið ovastir á listanum.
Nú hava tey so at enda avgjørt at fylgja ynskjunum hjá lurtarunum og bjóða bólkinum við á festivalin.
Tá ið sølan av atgongumerkjum byrjaði, fóru servarin niður eftir einari løtu, tí eftirspurningurin var so stórur ? og tá ið kunngjørt varð, at Iron Maiden fór at spæla á festivalinum, fór heimasíðan hjá Wacken niður.
Tá ið fýra mánaðir vóru eftir, til at festivalurin skuldi byrja, var útselt, tí 70.000 fólk longu tá høvdu keypt sær atgongumerkju. ? Sostatt er Wacken eins stórur og danski Roskilde Festivalurin!