POLITIKKUR
Landsstýrið hevur almannakunngjørt eina tíðarætlan fyri einskiljingarnar, ið ætlanin er at fremja. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa tíðarætlanir á øðrum økjum.
- Vit eru enn á byrjunarstøði, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Løgmaður legði hart út í tinginum á ólavsøku og gjørdi greitt, at nú skulu føroysk skúlabørn duga eins væl enskt sum danskt. Men júst hvussu hetta verður veruleiki er heldur torført at fáa eyga á í løtuni.
Avgerð er tikin um, at undirvísingin í enskum skal byrja í fjórða flokki frá næsta skúlaári at rokna. Men hetta verður so tann einasta broytingin, ið verður framd í fyrstu atløgu.
- Nú mugu vit fylgja við, hvussu tað fer at hilnast við hesari royndini. Vit hava ikki hildið tað vera ráðiligt at byrja enskt longu í triðja flokki, sigur Jógvan á Lakjuni.
Landsstýrismaðurin vísir á, at hann heldur tað vera av alstórum týdningi, at føroysk skúlabørn duga væl tey norðurlendsku málini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki fleiri lærarar
Tað verður sagt ferð eftir ferð í røðuni hjá løgmanni á ólavsøku, at útbúgving skal raðfestast hægst. Hvussu hetta verður gjørt er heldur ikki ítøkiliga greitt. Í øllum førum verður tað ikki gjørt við at útbúgva enn fleiri lærarar.
- Eg veit ikki, um tað er so øgiliga stórur tørvur á fleiri lærarum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Sum er tekur Føroya læraraskúli í flestu førum ein flokk inn um árið, men nógv hava víst á, at tað er tørvur á at taka fleiri flokkar inn, og umsóknirnar plaga at vera um hundrað á hvørjum ári.
Í løtuni verður arbeitt við einari ætlan um at umskipa læraraútbúgvingina til eina bachelor útbúgving, soleiðis at hon passar betri saman við øðrum útbúgvingum á lærdum háskúlum.
Tað er eingin kostnaðarmeting av, hvat visiónirnar hjá landsstýrinum fara at kosta skattgjaldarunum.