Demokratiska varaforsetavalevnið, Tim Walz, sigur, at hann fer at luttaka í einum kjaki við republikanska kappingarneytan, J.D. Vance 1. oktober.
Tað er ein av fýra dagfestingum, sum amerikanski miðilin CBS News hevur lagt upp til kjak millum varaforsetavalevnini.
Vance hevur ikki sagt enn, um hann kemur 1. oktober.
Tim Walz, sum er guvernørur í amerikanska statinum Minnesota, varð valdur til varaforsetavalevni 6. august.
- Sum guvernørur, venjari, lærari og veteranur hevur hann leverað til gagns fyri arbeiðarafamiljur akkurát sum hansara egnu. Tað er gott at hava hann á liðnum, skrivaði varaforsetin og demokratiska forsetavalevnið Kamala Harris um Tim Walz, tá hann varð valdur.
Sjálvur sigur Walz um valið hjá Harris av honum sum varaforsetavalevni, at tað er lívsins heiður hansara.
Forsetavalevnini hittast eisini á kjakfundi. Eftir nógva togan aftur og fram, verður kjakfundurin 10. september. Tað verður sjónvarpsrásin ABC sum fer at hava kjakið.
Fyribils var einasta kjakið í 2024 millum forsetavalevnini hjá teimum báðum stóru flokkunum í USA 27. juni.
Fyrrverandi republikanski forsetin, Donald Trump, vann tað greitt.
Joe Biden, forseti, tosaði ósamanhangandi, misti tráðin fleiri ferðir og sá út til at vera viknaður av aldri. Tað fekk hann at taka seg aftur sum forsetavalevni 21. juli og mæla til at gera varaforsetan Kamala Harris til forsetavalevni hjá demokratunum.
Annað forsetakjakið skuldi eisini upprunaliga vera 10. september á ABC.
Men her vildi Trump ikki møta upp og vísti á, at hann hevur stevnt ABC.
- Kjakið var áður á skránni við Sleepy Joe á ABC, men tað er avlýst, tí Biden ikki luttekur longur, segði Trump leygardagin 3. august.
Hann boðaði í sama viðfangi frá, at hann hevði avtalað við víðgongdu høgrasinnaðu tíðindarásina Fox News um at kjakast um Harris 4. september.
Tann 9. august segði Trump tó, at hann fegin vildi kjakast tann 10. september kortini.
/ritzau/