– Fir Park, Motherwell
Tað er bítandi kalt at koma úr tokinum á Glasgow Central station. Ferðin til Skotlands er seinkað vegna ódnarveður, og tað er longu dystardagur. Tað er einki at síggja til í Glasgow, at Celtic um nakrar tímar skal spæla móti Motherwell, sum liggur eitt korter ella so frá Glasgow í bili.
Gunnar Nielsen hevur vunnið sær fyrsta plássið millum stengurnar, nú Lee Hollis er skaddur. Mothewell bleiv í fjør nummar tvey. Í løtuni er felagið nummar fimm í hesum kappingarárinum, men tað eru bara fá stig upp til heiðursmerkini.
»Gott at Rangers fór at heysin«
Skotskur fótbóltur hevur verið domineraður av tveimum stórfeløgum. Celtic og Glasgow Rangers. Tey hava í nógv ár verið í einum flokki fyri seg. Tey hava um 50.000 áskoðarar til hvønn heimadyst, koma javnan í Champions League og hava nógv størri inntøkur enn hini liðini í Skotlandi.
Fyrra árið fór Glasgow Rangers á heysin. Liðið mátti tí spæla í League Two, sum er fjórbesta deildin í Skotlandi, og er í dag at finna í triðjbestu deildini. Taxasjaførurin hevur, sum taxasjaførar í Bretlandi flest, eina meining um fótbóltin í landinum.
– Tað er gott, at Rangers fór á heysin. Skotskur fótbóltur hevur bara snúð seg um Celtic og Rangers, men nú mugu miðlarnir finna upp á okkurt annað at skriva um, sigur taxasjaførurin við síni skotsku dialekt.
– Tað er eisini stuttligt fyri liðini í lægri deildunum, at sleppa at spæla móti Rangers, sum hevur so nógv viðhaldsfólk til allar dystirnar, sigur hann víðari.
Hann letur tó illa at skilinum í Rangers. Teir brúktu nógvar pengar, sum teir ikki høvdu. Ringast av øllum er tó, at felagið ikki rindaði skatt í trý ár.
– Rangers keypti bara dýrar spælarar og gav teimum ein ørgrynnu í løn. Teir høvdu ikki pengarnar og tað er snýt. Tað verða eisini nógvar skattakrónur brúktar í samband við hvønn einasta dyst. Tá teir so heldur ikki hava rindað skatt, so hevur tað kostað skotska samfelagnum fleiri milliónir pound, sigur hann argur á málinum.
Skotskur fótbóltur hevur sæð betri dagar. Landsliðið hevur stórar trupulleikar og talentini í skotskum fótbólti er ikki á sama stigi, sum tey hava verið onkuntíð fyrr.
Tá prátið fellur inn á ørindini hjá einum føroyingini í Skotlandi, vísir tað seg, at maðurin handan róðrið heldur við Partick Thistle. Hann minnist væl Jákup Mikkelsen, sum spældi í felagnum í 2003 og 2004.
– Ja, eg minnist væl Jákup Mikkelsen. Hann dámdi mær bara væl. Haldi hann kláraði seg væl í felagnum, sigur hann víðari.
Fir Park og postkort av Gunnari
Fir Park liggur í einum íbúðar øki. Í mun til leikvøllir sum Wembley ella Old Trafford, so tekur tað bara eina lítla løtu at ganga ein rundtúr rundan um Fir Park, ið tekur beint undir 14.000 áskoðarar. Leikvøllurin er nakað illa farin og talan er í ongan máta um ein nýmótans leikvøll. Onkrir partar eru umvældir, men tað er so alt.
»Players Lounge« ljóðar eisini sum eitt forment stað at sleppa inn, men sannleikin er ein annar. Í mun til slík støð á millum annað Etihad leikvøllinum hjá Manchester City, so er her talan um ein ein »lounge«, sum minnir um ein gamlan pub.
Ein tíma fyri dystarbyrjan er lítið at síggja til nakað av fólki. Almenni Motherwell Football Club handilin er heldur einki at reypa av í mun til tað, sum vit síggja í onkrum av Premier League feløgunum.
Onkur hissini áskoðari kemur inn at keypa sær eitt turriklæð. Millum postkortini er ein mynd av Gunnari Nielsen, sum er umringaður av liðfeløgunum, sum allir hava hvør sítt postkort.
Ballada í Motherwell
Uttan fyri Motherwell handilin verður tú aftur møttur av eini myrkari síðu av fótbóltinum, sum vanligi sjónvarpshyggjarin sjáldan sær. Áskoðaraballada.
Í hesum førinum er talan um einar tjúgu ungar mans, ið hava hug at gera ov nógv um seg. Løgreglan eru einir seks ella sjey í tali. Tveir á hestabaki, sum ganga fremst og fáa fatur á oddamanninum í hesum bólkinum av ungum Celtic viðhaldsmonnum. Hann ger mótstøðu og løgreglan tekur makt í brúk. Fleiri av hinum gerast í øðini. Onkur skrálar ókvæmisorð eftir løgregluni, meðan aðrir taka fartelefonina fram og filma hendingina.
Beint uttan fyri handilin stendur ein familjupápi og tosar í telefon. Honum dámar einki ófriðin og sigur við konuna, at hon skal koyra runt áðrenn hon setur sonin og vinmannin av. Ófríðurin gongur skjótt yvir, men tað er myrkt og kalt uttanfyri. Tey flestu ganga við húgvu ella hettu, og hava turriklæð um háslin og upp fyri munnin. Tá kann verða ringt at skilja millum ein óðan Celtic fjeppara og ein smílandi og róligan áskoðara.
Bløðini nevna eisini ófriðin dagin eftir.
Á útivølli á heimavølli
Longu undan dystinum er greitt, at viðhaldsfólkini hjá Gunnari og Motherwell eru í undirtali. Handan annað málið er fult Celtic viðhaldsfólkum. Á aðrari langsíðuni eru somuleiðis fleiri túsund Celtic viðhaldsfólk.
Tað eru eisini viðhaldsfólkini hjá Celtic, sum halda lív í. Tey halda nógvan gang og fleiri ferðir tveita tey grønar roykbumbur á vøllin.
Gjøgnum allan dystin eru viðhaldsfólkini omaná. Syngja og rópa, men tað kanska eisini lætt, tá liðið hjá tær er nummar eitt, verandi meistari, helst komandi meistari og vinnur 5-0.
Motherwell uttan hóttan – Celtic í serflokki
Dysturin á Fir Park fríggjakvøldið vísir eisini eina mynd av skotskum fótbólti. Tað er at kalla ikki kapping um meistaraheitð. Tað er ein kapping um at blíva nummar tvey aftan fyri Celtic.
Motherwell klárar at halda málið reint næstan allan fyrra hálvleik. Celtic hevur okkurt einkult álop, meðan Motherwell mest líkist føroyska landsliðnum móti risum sum Týsklandi og øðrum.
Spælararnir hjá Celtic eru í einum flokki fyri seg. Motherwell hevur okkurt einkult innlegg, men annars er talan um einvegis ferðslu móti málinum hjá Gunnari.
Hol kemur á bara fáar minuttir fyri hálvleik. Gunnar kann einki gera, tá bólturin kemur innfyri aftur og inni í fimm-metrinum setur Celtic spælari fótin á. Í seinna hálvleiki er einki at gera. Celtic er nógv betri og er tað ikki fyri djarvt verjuspæl og Gunnar Nielsen, so vinnur Celtic meiri enn 5-0.
– Celtic er í einum serflokki. Teirra spælarar eru á altjóða stigi, sigur maðurin við síðuna av.
Hann er úr Tjekkia og lesur Sports Management í Skotlandi og starvast hjá bretskari umboðsmannafyritøku. Hann heldur neyvt eyga við øll spælarum og øllum tí, sum fyrigongur í skotskum fótbólti. Hann er ikki í iva um, at onkrar av spælarunum hjá Celtic vera seldir í summar. Hann vísir millum annað til Virgil van Dijk, hollendska miðverjan hjá Celtic.
– Hann verður seldur í summar til Premier League. Hann er millum teir besti spælararnar hjá Celtic og tað er stórur áhugi fyri honum, sigur hann.
Í seinna hálvleiki gerst meiri og meiri greitt, at munurin á Celtic og Motherwell er stórur. Serliga hevur Motherwell ringt við at skapa málmøguleikar.
– Teir hava selt tveir av skjótu framrættaðu spælarunum, og hava keypt spælarar við teknikki í staðin. Liðið hevur ikki klárað at umstillað seg til tað, er niðurstøðan hjá fótbóltskøna tjekkiska manninum.
Gunnar – næstbesti hjá Motherwell
Gunnar hevur ikki so nógv at gera í fyrra hálvleiki. Hann bjargar einum frísparki, men annars er talan um skot uttan fyri brotsteigin. Eisini kemur hann væl út til innleggini og tað avlastar verjuni. Gunnar kann einki gera við málið, men tað gjørdi avrikið í fyrra hálvleiki til fánýtis, tí Motherwell tapti dystin í somu løtu, sum Celtic skoraði.
Í seinna hálvleiki skal Gunnar verja málið frammanfyri øllum Celtic viðhaldsfólkunum. Við upprættum ryggi og bringuni gongur Gunnar í málið og hyggur Celtic viðhaldsfólkini í eyguni. Eitt greitt tekin um, at føroyski málverjin ikki ræðist gestirnar úr Glasgow.
Celtic skorar fýra mál í seinna hálvleiki, men hóast tað, so spælir Gunnar væl og hevur fleiri bjargingar. Tað er bara málið til 3-0, sum Gunnar kundi gjørt nakað við, tá hann ikki heldur einum skoti.
Gunnar hevur fleiri bjargingar og tann besta kemur til seinast, tá hann elegant fær hondina á dundurskot úr vinstru.
Bløðini eru eisini positiv um avrikið hjá føroyska landsliðsmálverjanum. Scottish Sun gevur Gunnari bestu metingina, saman við Keith Lasley, av spælarunum hjá Motherwell. Teir fáa eitt seks tal í part, meðan besti spælarin á vøllinum fær eitt sjey tal.
Í Daily Record fær Gunnar eitt 5-tal. Tað er triðjbest av spælarunum hjá Motherwell.
– Fekk onga verju í samband við málini, skrivar blaðið.
Í seinna hálvleiki følir Gunnar okkurt í lærinum og gevst við at sparka út. Hann endar við at tveita bóltin út, men tað gongur nú væl, tí bólturin kemur heilt upp á miðvøllin.
Gunnar stríðist nú við at blíva klárur til komandi dyst, sum er á útivølli móti Ross County, sum eina ferð hevði Atla Gregersen á lønarlistanum.
Trívist væl í Motherwell
Gunnar Nielsen hevur nú verið í Motherwell í skjótt eitt hálvt ár. Hann og familjan eru í holt við at finna seg til rættis í skotska býnum. Gunnar hevur roynt at verið í einum av heimsins størstu feløgum, tá hann spældi í Manchester City, sum ikki spardi upp á nakað. Í Motherwell Football Club er støðan ein onnur.
– Hetta er ein nógv minni felag, men felagskenslan millum spælararnar og starvsfólkini er góð, tí fólk kenna hvønn annan og koma hvørjum øðrum við, greiðir Gunnar Nielsen frá.
Gunnar royndi í Manchester City at blíva álvarsliga skaddur, men er í dag komin fyri seg, eftir at hava fingið nakra av tí bestu hjálpini, ið finst á økinum. Støðan er ikki heilt tann sama í Motherwell.
– Vit høvdu læknar og einir fimm massørar í Manchester, men her eru tveir massørar og ein lækni er í felagnum til ásettar tíðir, sigur Gunnar, sum tó letur væl at umstøðunum í felagnum.
Hann er heldur ikki í iva um, at Celtic er í serflokki í skotskum fótbólti.
– Teir arbeiða við einum heilt øðrum budgetti enn hini feløgini. Tað at vit tapa 5-0 móti teimum merkir ikki, at vit ikki kunnu vinna teir, men fyri hini liðini snýr tað seg fyri tað mesta um at blíva nummar tvey, sigur føroyski landsliðsmálverjin.
– Vit hava sum mál at røkka topp 3. Tað er ikki so langt upp til triðja plássið, so tað malið trúgva vit uppá, sigur Gunnar Nielsen víðari.
Gunnar Nielsen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Motherwell, og fyribils hugsar hann bara um tey bæði árini.
– Nú havi eg akkurát vunnið mær plássið í málinum, og royni at prógva at knæið er í ordan aftur. Hetta var týdningarmikið fyri meg og fyribils hugsi eg bara um at spæla her í Motherwell, sigur Gunnar Nielsen, sum hevur spælt flestu av seinastu dystunum hjá Motherwell, eftir at Lee Hollis bleiv skaddur.
Eftir fleiri ár í skugganum av monnum sum Brad Friedel í Blackburn, Shay Given og Joe Hart í Manchester City, so tykist Gunnar fyribils hava funnið sína hill í altjóða fótbólti. Málverji hjá Motherwell og føroyska landsliðnum!