Teitur Johannesen, verkstaðsleiðari, og Rúni M. Djurhuus, stjóri

Wenzel byggir nýtt verkstað við Velbastaðvegin

Bilasølan Wenzel er farin at byggja nýggjan bygning at hýsa einum nýggjum modernaðum mekaniskum verkstað

 

Teitur Johannesen, verkstaðsleiðari, og Rúni M. Djurhuus, stjóri

Tað sigur Rúni M. Djurhuus, stjóri hjá P/F Wenzel.

– Vit eru júst farin at grava út fyri nýggja verkstaðnum, sum skal loysa av okkara gamla verkstað í Akranesgøtu, sigur Rúni M. Djurhuus.

Í nýggja bygningurin verður eitt stórt nútíðarhóskandi merkaniskt verkstað við goymslu alt í einari hædd. Tað verður bygt á trøðini hjá Kjartan Mohr, sum er beint sunnan fyri Slættanesgøtu, har bilasølan hjá Wenzel er.

– Tað verða munandi betri umstøður og meira pláss. Í dag eru verkstað og goymsla á hvør síni hædd, og tað er ikki nøktandi, eins og plássið er alt ov lítið.

– Tá vit hava selt um 500 bilar í fleiri ár, so merkist tað eisini á verkstaðnum, sigur Rúni M. Djurhuus.

Hann sigur, at á nýggja verkstaðnum verða eisini góðar umstøður til elbilar, sum jú er ein kollvelting fyri mekanisku verkstøðini, og sum krevur bæði eyka útgerð og ikki minst eyka lærdóm til starvsfólki.

 

##med2##

Wenzel umboðar bilmerkini Ford, Volvo og Mazda í Føroyum.

Fyrsti bilur í Føroyum var ein Ford TT lastvognur, sum kom til Føroya 6. mai í 1922 – um fýra mánaðir verða tað hundrað ár síðani. Tá vóru teir báðir kendu bilmenninir í Føroyum Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum tá umboðaðu Ford í Føroyum og sum seldu fyrsta bilin til Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn.

Og Wenzel navnið hjá P/F Wenzel er eftir Wenzel Petersen, sum í mong ár átti fyritøkuna, sum gavst í kreppuni í nítiárunum. Abbasynir hjá Wenzel Petersen endurreistu fyritøkunum, sum síðani tá tvær ferðir hevur skift eigarar. Nú er tað Rúni Djurhuus, sum eigur og stjórnar fyritøkuni.

 

Teitur Johannesen, verkstaðsleiðari, og Rúni M. Djurhuus, stjóri

Vinnuøkið við Velbastaðvegin í Havn: Pílurin vísir, hvar nýggja verkstaðið verður bygt. Virksemið hjá P/F Wenzel í dag er í økinum, sum er merkt við reyðum