WHO: Helvtin av okkum fær omikron

Meira enn helvtin av fólkinum í Europa fer at fáa omikron næstu vikurnar

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at meira enn helvtin av fólkinum í Europa fer næstu seks-átta vikurnar at fáa omikron frábrigdið av covid-19.

 

Hetta skrivar Ritzau.

 

Fyrstu vikuna av 2022 vóru yvir sjey milliónir nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir í Europa, og tað er tvífalt so nógvir tilbuðir, sum vóru staðfestir tvær vikur frammanundan.

 

Við hesari smittuspjaðing metir Institute for Healt Metics and Evaluation, at meira enn helvtin av fólkinum í Europa fær omikron innanfyri næstu átta vikurnar.

 

Hans Kluge, sum er WHO-leiðari fyri Europa, sigur, at lond kunnu bøta um støðuna við at koppseta fólk – bæði tey, ið ikki eru koppsett, og tey, sum kunnu fáa stimbrandi triðja prik.

 

Kluge heldur, at stór óvissa framvegis er um omikron frábrigdið, men tað kann í øllum førum staðfestast, at tað smittar illa og spreiðir seg skjótt.