WHO: Omikron kann vera endin á farsóttini í Evropa

Seks av tíggju evropum kunnu fáa koronu áðrenn marsmánað. Síðan metir WHO, at tað verður eitt slag av altjóða immuniteti

 

Koronufarsóttin, sum í at kalla tvey ár hevur breitt seg kring allan heimin hevur kostað milliónir av mannalívum, kann vera við at minka í Evropa, metir stjórin hjá WHO í Evropa. (Arkivfoto) - Foto: Stefan Puchner/Ritzau Scanpix

Omikronfrábrigdið kann verða endin á farsóttini í Evropa.

Tað segði stjórin fyri evropisku deildina hjá heimsheilsufelagsskapinum WHO, Hans Kluge, í gjár í samrøðu við tíðindastovuna AFP.

– Tað er sannlíkt, at Evropa er á veg út úr farsóttini, sigur Kluge.

Hann leggur afturat í somu syftu, at 60 prosent av fólkinum í Evropa kann verða smittaður fyri mars.

Tá bylgjan við omikronsmittu minkar í Evropa, væntar WHO stjórin, at tað »í fleiri vikur og mánaðir verður ein globalur immunitetur«, sigur hann.

– Tað verður annaðhvørt takkað verið koppsetingini, ella tí at fólk fáa immunitet vegna smittur, sigur Kluge.

Hann leggur atfturat, at smittan eisini kann minkar, tá verður verður lýggjari.

– So vit vænta, at tað verður eitt friðarligt tíðarskeið, áðrenn covid-19 møguliga kemur aftur síðst í árinum. Men tað er ikki vist, at farsóttin kemur aftur.

Fleiri kanningar benda á, at tað meira smittandi omikronfrábrigdið gevur mildari sjúkueyðkenni millum koppsett fólk, enn deltafrábrigdið gjørdi.

Tað hevur givið eina vón um, at korona er við at broyta seg frá at vera ein farsótt til at vera ein meira økisbundin sjúka eins og eitt vanligt beinkrím. Tað fer at gera tað lættari hjá heilsumyndugleikum kring allan heimin at handfara.

– Tað er nógv tos um økisbundna sjúku. Men økisbundið merkir, at tað tað er ógjørligt at siga frammanundan, hvat fer at henda. Hetta virusið hevur tikið okkum á bóli meiri enn einaferð, so vit skulu vera varin, sigur Hans Kluge.

Í Føroyum vóru til í gjár tilsamans 14.340, sum eru ella hava verið smittað við koronu. Tað er 26,7 prosent av fólkatalinum í Føroyum.

/ritzau/AFP

 

Koronufarsóttin, sum í at kalla tvey ár hevur breitt seg kring allan heimin hevur kostað milliónir av mannalívum, kann vera við at minka í Evropa, metir stjórin hjá WHO í Evropa. (Arkivfoto) - Foto: Stefan Puchner/Ritzau Scanpix