WHO-stjóri um koronavirus: Vit hava nógv eftir enn

Koronavirus hvørvur ikki fyribils. Og um tað skuldi verið burtur ein dag, kann tað skjótt kykna uppaftur.

Tað sigur stjórin hjá Heimsheilsufelagsskapinum (WHO), Tedros Adhanom Chebreyesus, í dag við tíðindastovuna AFP.

– Takið ikki feil: Vit hava nógv eftir enn. Hetta virusið kemur at jagstra okkum leingi, sigur hann.

– Tey flestu londini eru enn á fyrsta stigi av farsóttini. Og nøkur teirra, sum vórðu rakt tíðliga, fara nú at uppliva uppafturkyknaða smittu.