WHO vónar at koppingarevni er klárt áðrenn ársskiftið

Tað tekur rúma tíð at menna eitt koppingarevni móti COVID-19

14. apríl segði heimsheilsustovnurin WHO, at eitt koppingarevni er tann einasta loysnin uppá støðuna við koronafarsóttini. Nú vónar WHO, at eitt koppingarevni móti covid-19 er klár áðrenn ársskiftið. 

– Vit vóna, at tað verður møguligt, men avbjóðingarnar eru nógvar, sigur Astrid Lindstrand, eindarleiðari í WHO, við svenska kringvarpið SVT.

– Vit hava ongantíð sæð nakað líknandi, sigur hon.

Í løtuni eru fleiri enn 100 koppingarevni í gerð um allan heim, og royndir verða gjørdir við 10 av hesum á menniskju. Fleiri av framleiðarunum eru sambært TV2 væl á veg at finna eina loysn, og tað verður sum sagt vóna, at loysnin verður klár áðrenn 2021.

Undir vanligum umstøðum kann tað taka fleiri ár at menna eitt koppingarevni. Men seinastu tíðina hava granskarar um allan heim arbeitt út í eitt fyri at fáa bilbukt við farsóttina. Bæði amerikanskir, kinesiskir og bretskir granskarar hava arbeitt áhaldandi við at menna koppingarevni, men enn er ov tíðliga at gera niðurstøður um loysnirnar, skrivar TV2.

Ein avbjóðing við menningini av koppingarevninum er, hvussu koppingarevnið skal fordeilast, tá tað er liðugt. WHO vónar, sambært TV2, at mann finnur eina góða loysn, soleiðis at allur heimurin fær ágóðan av tí á mest rættvísan hátt.- Det handler om solidaritet. Dem, som har mest brug for vaccinen, skal have det først. Det skal ikke afhænge af, hvem der kan betale mest eller har vaccineproduktion til sit eget land, siger Astrid Lindstrand til SVT.