Tá vinnarin av X Factor sangkappingini er funnin, hava dómararnar ikki longur valdið at avgera, hvat luttakararnir skulu syngja. Tað fer fløgufyritøkan SonyBMG at taka sær av.
Meðan teir tríggir síðstu luttakararnar stríðast fyri at vinna sangkappingina X Factor, situr fyritøkan SonyBMG og leggur ætlanir um eina fløgu. Ætlanirnar, um hvat fer at henda, tá vinnarin er funnin, eru longu lagdar.
- Eg kann ikki fara niður í nakrar smálutir. Vit hava gjørt okkum nakrar tankar, og vit hava tosað við luttakararnar, men alt kemur ikki á pláss, fyrr enn vinnarin er funnin. Fyrst og fremst skulu teir jú konsentrera seg um at vinna, greiðir karina Foss-Fenn, leiðari í SonyBMG, Ekstra Blaðnum frá.
Fyrsta lagið á fløguni hjá X Factor vinnaranum er longu klárt. Lagið ?The 1? er skrivað av danskaranum Brinck og verður framleitt av svenska Per Sundig. Ongin av X Factor dómarunum hevur havt nakað við hetta lagið at gera, og tað er heldur ikki sikkurt, at teir fara at hava nakran fingur við í spælinum seinni, hóast teirra luttakari vinnur.
Mótsett fyrsta lagnum á fløguni, fær vinnarin høvi at gera sína ávirkan á restina av fløguni.
SonyBMG hevur frítt val millum allar nýggju luttakararnar, sum hava verið í beinleiðis sendingunum. Tað vil siga, at SonyBMG hevur fyrstarætt til at gera ein fløgusáttmála við luttakararnar. Tað eru tó ikki nógvir luttakarar, fyritøkan ætlar sær at nýta í fyrsta umgangi.
? Allir luttakararnar hava nakað serstakt at bjóða, men vit kunnu ikki gera nýggju fløgur. Tí er tað bara gott, at aðrar fløgufyritøkur hyggja eftir X Factor, sigur Karina Foss-Fenn at enda.