Ymiskt um Aksel

Aksel á Google


Gert tú eina skjóta leiting á Google eftir Aksel V. Johannesen, so finnur tú ikki so óvanliga nógv, men nú finnur millum annað útav, at tað var 8. mai í 2007, at tíðindini bórust um, at sonur Vilhelm Johannesen fór at stilla upp.

Eisini sæst á Google, at hann atkvøddi blankt við aðru viðgerð av bjargingarpakkanum av Smyril Line.

Rættiliga fitt er eisini at finna um tíðina hjá Aksel Johannesen, sum formaður í KÍ.

Men tað er ikki bara í formansessi, at klaksvíkingurin hevur havt nakað við bólt at gera. Millum annað ber til at finna, at hann í 2002 var toppskjútti hjá næstbesta liðnum hjá ÍF Føroyum.


-eij


Sessurin verandi í familjuni

Hóast Hans Pauli Strøm ikki longur er landsstýrismaður, so verður sessurin verandi í familjuni. Tað er nevniliga soleiðis, at systir konu Hans Paula Strøm er vermóðir Aksel Johannesen. Sindur innviklað? Ja. Men taka vit frá Aksel Johannesen, so kunnu vit siga, at vermóðir Aksel Johannesen er versystir Hans Paula Strøm.

Og hetta kunnu vit eisini siga sum, at vermóðir Aksel Johannesen er mostur til børnini hjá Hans Paula Strøm.


- eij


Skjótur og sympatiskur


Álops- og floksfelagin frá barnaárunum, Todi Jónsson, hevur bara gott at bera nýggja landsstýrismanninum


Landsstýrismaður

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo


Ein av teimum, sum gjøgnum árini hava havt tætt samband við nýggja landsstýrismannin, er Todi Jónsson, sum av fleiri føroyingum verður mettur sum okkara fremsti fótbóltsspælari nakrantíð.

Teir báðir kennast frá ungum árum. Hava gingið í skúla saman, og vóru eisini fastur partur av álopinum hjá einum nógv vinnandi KÍ-liði upp gjøgnum ungdómsárini. Og hartil búðu teir báðir í Keypmannahavn tey árini, sum Aksel tók jura-útbúgvingina, meðan Todi spældi fótbólt við ávíkavist Lyngby og FCK. Tá spældi Aksel við ÍF Føroyum og var fleiri ferðir toppskjútti.

- Aksel er sympatiskur og skjótt tosandi. Eg kenni sum so ikki hansara politisku eginleikar, men hann burdi verið væl vandur á økinum, heldur Todi, sum her sipar til uppvøksturin hjá Akseli, sum jú er sonur Vilhelm Johannesen, sum í fleiri umførum var partur av landsstýrinum.


Tímdi betur bøkurnar


Bethuel Johannesen, næstelsti bróður Aksel, staðfestir, at nýggi landsstýrismaðurin var onkran túr til skips, tá hann var eini 15 ára gamal.

- Hann royndist á eini leið. Men hann tímdi slett ikki haldi eg. Hann tímdi betur bøkur og tílíkt, staðfestir Bethuel Johannesen.

Hann leggur afturat, at teir kanska fóru eitt sindur illa við yngra bróðurinum.

Men Bethuel greiðir eisini frá, at Aksel var eitt sindur øðrvísi enn hini systkini, og at hann tímdi betur bøkurnar enn tey.

Hinvegin heldur Bethuel, at bróðurin er djarvur at taka við sessinum, og hann heldur eisini, at bróðurin fer at klára seg væl.

- Tímir mann at lesa bøkur, lurta og so framvegis, so mann verða í lagið, metir Bethuel Johannesen.


- eij




Fakta um landsstýrismannin

Navn: Aksel Vilhelsson Johannesen

Føðidagur: 8. novembur 1972

Bústaður: Hoyvík

Maki: Katrin D. Apol

Børn: Tvey

Foreldur: Vilhelm og Johild

Systkin: Líggjas, Signhild, Bethuel og Ragna