»Ynskiligt« er ikki nóg gott harra løgmaður

Løgmaður átti at tikið í egnan barm og biðið um umbering fyri Slipsalandsstýrið

Tað er ikki tí, at kvinnurnar ikki eru har. Av hesum seks eru tríggjar júst vrakaðar fyri at menn skulu fáa ella halda valdið: Eyðdis Hartman Niclasen slapp ikki á ting fyri Helga Abrahamsen, tí hon ætlaði at atkvøða eftir síni sannføring. Gunvá við Keldu slapp hvørki at gerast borgarstjóri í Klaksvík ella í landsstýrið, og Annika Olsen er koyrd úr Løgtinginum

Tað er slett ikki gott nokk, at løgmaður, held­ur at »ynskiligt hevði verið, um allir flokk­ar fram­yvir í størri mun hugs­aðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp lands­stýr­is­fólk.« 

 

Tað er tað reina møsn at siga slíkt – men í veru­leikanum tað einasta, sum løgmaður sig­ur í svari til ein grein 52 spurning frá Ingilín D. Strøm, tingkvinnu, sum hevur spurt løg­mann tríggjar spurningar um, hvat hann held­ur um støðuna, at eingin kvinna er í lands­stýr­i­num.

 

Hon spyr soleiðis:

 

1) Metir løgmaður, at tað er nøkt­andi, at eingin kvinna er lands­stýr­is­maður í løtuni?

 

2) Heldur løgmaður, at javn­støða eigur at vera í landsstýrinum?

 

3) Ætl­ar løgmaður at gera nakað við mangl­andi javn­støðuna í landsstýrinum?

 

Tað hevði verið áhugavert at vitað, hvat ein løg­maður hugsar, sum í 2022 kann finna upp á at manna eitt landsstýrið bara við monn­um.

 

Men tað fáa vit einki at vita um – kanska tí løg­maður ikki hevur hugsað um tað ella ikki sær tað sum ein trupulleika. Tí hann svar­ar bara, at »ynskiligt hevði verið, um all­ir flokk­­ar framyvir í størri mun hugs­aðu um javn­støðu, tá teir skjóta upp lands­stýr­is­fólk.«

 

Tað var eitt sindur pínligt í 2019, at bara ein kvinna var í nýggja landsstýrinum, eft­ir at vit høvdu havt eitt landsstýri við fullari javn­støðu millum kynini. Tað kundi tó blivið betri, um onkur útskifting kom á vegn­um. Men tað gjørdist verri.

 

Um tað er tilvild, at tað júst eru flokkarnir, sum bardust ímóti javnstøðulógini á sinni, sum sita við valdið, skal vera ósagt. Men tað átti ikki at verið nøkur hugsjónarlig ósemja um, at kvinnur úr øllum flokkum kunnu ráða eins væl og menn.

 

Løgmaður kundi bara hugt, hvussu lands­stýr­ið ger, tá tað mannar almennar nevndir og ráð. Ti tá sigur landsstýrið so­leið­is við tey, sum skulu tilnevna: »Av tí at sam­an­set­ingin av nevnd­ini skal vera í trá við á­set­ing­arnar í javn­støðulógini, verða tit biðin um at skjóta upp eina kvinnu og ein mann...«. Hvussu ringt kann tað vera harra løg­mað­ur???

 

Tað er ikki tí, at kvinnurnar ikki eru har. Av hesum seks eru tríggjar júst vrakaðar fyri at menn skulu fáa ella halda valdið: Eyðdis Hartman Niclasen slapp ikki á ting fyri Helga Abrahamsen, tí hon ætlaði at atkvøða eftir síni sannføring. Gunvá við Keldu slapp hvørki at gerast borgarstjóri í Klaksvík ella í landsstýrið, og Annika Olsen er koyrd úr Løgtinginum