Ynskja sær floksimmunitet í Vágum

Kommunurnar í Vágum vilja ganga á odda at fáa floksimunitet, hesum boða Vága og Sørvágs kommunur frá í kvøld

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

– Higartil hevur tað einki alment tilboð verið til fólkini í Vágum at fáa koppseting ímóti Korona í Vágum. Tað vilja Vága og Sørvágs kommunur nú gera okkurt við, skriva kommunurnar til miðlarnar í kvøld.

– Tí hava Vága og Sørvágs kommunur sent fyrispurning um at fáa kopseting framda í Vágum við tí vón, at fleiri koppseta seg, og harvið kunnu fyritøkur, ítróttarfeløg, skúlar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar og onnur í samfelagnum hjá okkum her vesturi virka meira frítt, og vit vilja nærkast tí normala, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Tey siga víðari, at Vágar eru serliga útsettar, tí flogvøllurin liggur í Vágum, og harvið ferðast flest øll ferðafólk ígjøgnum kommunurnar í Vágum. 

– Við hesum tiltakið saman við tí almenna, vóna kommunurnar í Vágum at vera fyrsta oyggj sum fær floksimunitet, sum er málsetningurin hjá tí almenna mynduleikanum, skriva kommunurnar.

– At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í, at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, sigur borgarstjórin til enda, siga tey.

Kommunurnar í Vágum hava ikki fingið nakað ordiligt aftursvar enn frá tí almenna, men vóna at fáa tað skjótt. Tí kommunurnar halda, at borgarar, fyritøkur og felagsskapir hava havt nokk stríð av koronu.

 

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, og Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu