Óynsktur í balli

Løgreglan hevur í kvøld verið á einari adressu í høvuðsstaðnum, har ein maður, sum var óynsktur í balli, breyt ein rút. Húsaófriður er felagsheitið fyri hendingar, tá fólk heima við hús - hjún, pør ella gestir - ikki kunnu finna út av tí sjálvi, og løgreglan verður kallað á staðið.

Slíkar støður eru næstan hvønndagskostur hjá løgregluni í høvuðsstaðnum - og altíð av og á eisini kring um landið.

Ein slíkan túr hevur løgreglan í Havn verið longu í kvøld, tó at kvøldið enn er ungt, og náttin er long.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um ein gest, sum ætlaði sær á gátt hjá fólki, hann kendi, men sum í kvøld var óynsktur á staðnum.

Tá hesin skilti, at hann ikki var vælkomin, breyt hann ein rút.

Vakthavandi sigur, at talan var ikki um nakra ógvusliga hending, og at óynskti maðurin tók seg burtur av staðnum.