Young Boys vunnu á Ronaldo og Manchester United

Champions League: Young Boys hevur longu skapt fyrstu sensatiónina í bólkaspælinum

Tveir teir fyrstu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League hava verið í dag. Manchester United og Cristiano Ronaldo taptu púra óvæntað móti Young Boys úr Sveis. Tað er sama Young Boys, sum vann 3-1 á KÍ í Champions League undanspælinum í fjør. Í Sevilla endaði tað javnt, tá Red Bull Salzburg vitjaði.

 

Bólkur F:

 

Tað gekk eftir ætlan hjá Cristiano Ronaldo og Manchester United, tá teir eftir 13 minuttum komu á odda á útivølli móti Young Boys. Gestirnir vóru stórfavorittar, men tíggju minuttir fyri hálvleik fekk Aaron Wan-Bissaka beinleiðis reytt kort.

 

Tað broytti dystin og tjúgu minuttir inni í seinna hálvleik javnaði Nicolas Ngamaleu fyri vertirnar. Stóra løtan fyri heimaliðið kom í yvirtíðini, tá innskifti Jesse Lingard var í gávuhýri og spældi Theoson Jordan Siebatcheu púra leysan. Mistakið bleiv revsað og Young Boys kundi fegnast um ein minniligan sigur á Manchester United við næstan seinasta sparkinum í dystinum.

 

Seinni í kvøld spæla Villarreal og Atalanta.

 

Støða:

 

  1. Young Boys 3
  2. Atalanta 0
  3. Villarreal 0
  4. Manchester United 0

 

Bólkur G:

 

Tað komu heili fýra brotsspørk og eitt reytt kort í dystunum millum Sevilla og eysturríska Red Bull Salzburg. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir at gestirnir úr Eysturríki brendu tvær ferðir úr ellivu metrum.

 

Red Bull Salzburg fekk trý brotsspørk, men megnaði bara at umseta tað eina. Tað skoraði Luka Sucic, men sami maður brendi seinni. Sevilla fekk eisini eitt brotsspark, sum Ivan Rakitic umsetti til mál. Sevilla fekk Youssef En-Nesyri útvístan bra fimm minuttir inn í seinna hálvleik.

 

Seinni í kvøld spæla Lille og Wolfsburg.

 

Støðan:

 

  1. Sevilla 1
  2. Red Bull Salzburg 1
  3. Lille 0
  4. Wolfsburg 0