Yvir 200.000 deyð av koronavirus

Næstan 2,9 milliónir fólk kring heimin eru skrásett sum sjúk við koronavirus.

Talið av deyðum við koronavirus kring heimin er í kvøld farið um 200.000, sæst í eini uppgerð hjá Johns Hopkins Uni versity í USA.

Universitetið í amerikanska statinum Maryland hevur við støði í daga gjørt upp talið av deyðum til 200.698.

Tilsamans hava 2.858.689 verið skrásett sum smittað kring heimin, verður sagt.

Tey 200.000 deyðu eru eitt døkt snúningspunkt. Pandemiin hevur broytt gerandisdag og vanar munandi nógva staðni í heiminum, og heimsbúskapurin er fallin til knýggja, at fleiri hundrað milliónir fólk eru á veg í arbeiðsloysi.

Slík álvarsom kreppa hevur ikki verið síðani tríatiárini.

Meira enn helvtin av teimum skrásettu deyðu eru úr bara trimum londum. USA, Italia og Spania.

Men tey fleistu deyðu í mun til íbúgvarnar eru í Belgia.

Vísindafólk meta, at tann nýggi koronavirus kom í stórbýnum Wuhan í kinesiska landspartinum Hubei í desember – á einum djóramarknaði.

Tann 10. januar varð fyrsti kinesiski sjúklingurin staðfestur sjúkur við Covid-19, sum tú fært av koronavirus.

Men veruliga deyðatalið kann vera nógv hægri enn tey skrásettu 200.698, og roknað verður við kring heimin við einum munandi hægri myrkatali fyri talið av smittaðum við coronavirus.

Til samabering doyggja hvørt ár 400.000 fólk av malaria, sum er ein hin mest deyðiliga sjúkan í heiminum.

Talið av deyðun uindir koronafarsóttini kring heimin hevði helst verið nógv hægri, um ikki londini høvdu sett so víðgongd tiltøk í verk við at steingja londini.

Borgarar eru tvungnir ella mæltir til at halda seg innandura og staðiliga er heitt á fólk um at halda frástøðu. Og støðugt syrgja fyri at vaska hendur ella spritta tær fyri ikki at flyta koronasmittuna.

Stongsulin av Føroyum varð kunngjørdur á grækarismessu 12. mars. Í løtuni eru níggju fólk í Føroyum sjúk av Covid-19.

/ritzau/