Eitt lágtrýst liggur alla vikuna mest sum í stað sunnan fyri Ísland. Fleiri øki við regni ella ælaveðri koma komandi dagarnar inn yvir landið av suðri og landsynningi. Leygardagin fer eitt brúgvalag við regni og vindi framvið av suðri, áðrenn tað verður róligari og klárar í.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Í nátt yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin um 10 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, um kvøldið veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum eitt skifti snarar í ein útsynning ella sunnan og makar nakað. Fyrst skýggjað og regn, men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin um dagin millum 8 og 10 stig, um náttina yvirhøvur turt og klárt og hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum veksur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina verður upp í skrið, 13 til 18 m/s, av eystri og landsynningi. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av eystri og landsynningi, 13 til 18 m/s, eitt skifti skýggjað og regn, men sum frá líður makar hann vindin í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Tað klárar í og okkurt æl. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl og hitin um 8 stig. Um náttina lutvíst klárt og hitin millum 3 og 7 stig.