Yvirhøvur turt í dag

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein landsynning og mild og óstøðug luft við ælaveðri streymar móti Føroyum úr útsynningi. Sunnudagin kemur eitt lágtrýst yvir Føroyar av landsynningi. Síðani kemur ein harður streymur av vetrarælum úr landnyrðingi.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Alt døgnið samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Um kvøldið snarar hann í ein landsynning. Skýggjað og sum frá líður regn av suðri, men út á náttina klárar hann í, tó okkurt ælið. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, út á dagin upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður og út á dagin møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Týsdagin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi og norðri, 15 til 20 m/s, um náttina nakað minni vindur. Samdrigið og ælaveður, lutíst við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 0 og 4 stig.