Yvirhøvur turt til og við mikudagin

Eitt hátrýst sunnan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynning sunnan. Hetta førir møguliga við sær at fleiri brúgvaløg fara framvið Føroyum av útsynningi.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Yvirvhøvur turt og skýggjað. Sunnunáttina verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av og á. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 7 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður gul til andøvsgul av útsynningi, seinni suðri, 5 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, út á náttina snarar hann í ein útsynning. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar upp í stívt andøvsgul til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn vestan. Hitin millum 2 og 7 stig.