Yvirlit: Nøkur av ringastu skúlamorðum í USA

14 børn og ein lærari vórðu í dag dripin við skottilburði í einum skúla. Her er eitt yvirlit yvir nakrar av teimum ringastu skúladrápunum.

 

Í USA hava nógvir skottilburðir verið á skúlum.

14 børn og ein lærari vórðu seint í dag dripin, tá ein 18 ára gamal næmingur á skúlanum fró at skjóta. Tað upplýsir Greg Abbott, guvernørur í amerikanska statinum, sambært amerikanska ABC News.

Her er eitt yvirlit yvir fleir slíkar ræðuligar tilburðir í USA:

* 14. februar 2018, Parkland, Florida:

19 ára gamli Nikolas Cruz drepur 17 næmingar og starvsfólk, tá hann við eini hálvautomatiskari riflu skjýtur ímóti teimum á Marjory Stoneman Douglas High School.

* 14. desember 2012, Newtown, Connecticut:

20 ára gamli Adam Lanza skjýtur og drepur mammu sína, fyri síðani at drepa 20 børn og seks vaksin á skúlanum Sandy Hook. Síðani doyr hann fyri egnari hond.

* 16. apríl 2007, Blacksburg, Virginia:

23 ára gamli Cho Seung-hui skjýtur og drepur 32 fólk á lærda háskúlanum Virginia Tech. Síðani skjytur hann seg sjálvan. Skottilburðurin er tann, ið krevur flest mannalív í amerikonsku søguni.

* 14. februar 2008, Dekalb, Illinois:

27 ára gamli Steven Kazmierczak trínur inn í eitt auditorium og skjýtur og drepur fimm fólk á lærda háskúlanum Northern Illinois. 16 fólk verða særd. Illgerðarmaðurin skjýtur síðani seg sjálvan.

* 2. oktober 2006, Nickel Mines, Pennsylvania:

Tann 32 ára gamli lastbilførarin Charles C. Roberts drepur fimm gentur á einum lítlum amish-skúla. Hann drepur síðani seg sjálvan.

* 21. mars 2005, Red Lake Indian Reservation, Minnesota:

Tann 16 ára gamli high school-lesandi Jeff Weise skjýtur og drepur abba sín og ein av vinum hansara. Síðani fer hann til skúlan á stðanum, har hann drepur fimm lesandi, ein lærara og ein trygdarvørð. Hann drepur síðani seg sjálvan.

* 20. apríl 1999, Littleton, Colorado:

Teir báðir tannáringarnir Eric Harris og Dylan Klebold lata skot av ímóti Columbine High School. Teir drepa 12 lesandi, ein lærara og særa fleiri enn 20 fólk. Teir drepa báðir seg sjálvan aftaná.

Keldur: The Guardian, Reuters og Florida Today.

/ritzau/