Tað er ikki óhugsandi, at avlopið á fíggjarlógini fyri í ár verður einar 300 milliónir krónur. Tað segði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og løgmaður, á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.
Hann staðfestir at vælferð kostar og at tað er dýrt at lova at fylgja sínum borgarum frá vøggu til grøv. Tí er tað neyðugt, at ein munandi - men rímiligur - partur av tí serstaka vinninginum, sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, fella til landið. Tí hevur Løgtingið akkurát nú samtykt at hækka veiðigjøldini á uppisjóvarfiski og tøkugjaldið, sum alivinnan rindar fyri at ala í okkara firðum.
– Tað er einki annað enn rímiligt, og tað er eisini neyðugt, skulu vit tryggja einar Føroyar fyri øll, segði løgmaður.
– Summi hava kanska funnist at okkum fyri at tosa ov nógv um haldføri. Men eg eri sannførdur um, at tað er tað skilabesta, vit kunnu gera fyri okkara vælferðarsamfelag.
– Og vit skylda okkara eftirkomarum at stýra landinum við fíggjarligum skili, so vit framvegis kunnu hava einar Føroyar, sum eru fyri øll.
Eftirsum val varð útskrivað í ótíð, fekk undanfarna samgonga ikki samtykt fíggjarlógina, sum annars var latin løgtinginum. Tí var tað ein tann fyrsta uppgávan hjá nýggju samgonguni at samtykkja eina fíggjarlóg.
– Kortini megnaðu vit at fáa eitt avlop upp á 144 milliónir, har undanfarna samgonga hevði eitt avlop á 12 milliónir, sigur løgmaður. Við broytingunum í veiðu- og tøkugjaldinum, sum vórðu samtyktar í løgtinginum mikudagin, er ikki óhugsandi, at landskassin kann fáa eitt yvirskot í ár upp á einar 300 milliónir krónur, sigur Aksel V. Johannesen.
Men hvat er virðið á einum sterkum búskapi, um avlop verður stúgvað omaná avlop í nøkrum heilt fáum rúgvum heldur enn at verða býtt, so tað kemur øllum til góðar - ikki minst teimum, sum veruliga hava tørv á tí, spurdi floksformaðurin.