Allar tær neyðugu undirskriftirnar eru nú komnar í hús, og uttanflokkalistin hjá Zakarias Wang er nú klárur at taka dystin upp.
150 stillarar, tað er tað, sum krevst fyri at stilla upp uttanflokka til fólkatingsval í Føroyum.
– Eg havi nú fingið oman fyri 150 stillarar. Tað koma helst nakrir afturat, men vit kunnu í mesta lagi hava 200 stillarar, sigur Zakarias Wang.
Soleiðis er greitt, at í øllum førum sjey listar stilla upp til komandi fólkatingsval. Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp. Men tá Jógvan Skorheim varð valdur til formann, segði hann, at tann avgerðin skuldi umhugsast av nýggjum.
Tí kann tað gerast talan um átta listar.
Annita á Fríðriksmørk hevði eina viðmerking um, at allir loysingarflokkarnir áttu at gjørt eina listasamgongu. Men so verður ikki, tí tað ber ikki til at gera listasamgongur. Fólkatingsvallógin varð broytt í 1993, og tá hvarv møguleikin við listasamgongum. Tað eru bara flokkar, sum eru umboðaðir í Løgtinginum, sum kunnu stilla upp til fólkatingsval í Føroyum.
Men við at savna millum 150 og 200 stillarar, so ber til at stilla upp eitt valevni á uttanflokkalista. Skuldu loysingarflokkarnir gjørt ein felags lista, so er bara ein møguleiki, og tað er at stilla upp á listanum hjá einum av flokkunum. Hin møguleikin er, at teir semjast um eitt valevni, sum stillar upp uttanflokka.
Zakarias Wang er valevnið hjá uttanflokkalistanum hesaferð. Skuldi onkur annar persónur verið uppstillaður í staðin fyri Zakarias Wang, so krevjast aftur nýggjar undirskriftir til tess.