Zelenskyj: Alt skal takast aftur

Samstundis, sum ukrainski herurin heldur fram við sínum mótálopunum har eysturi í landinum, lovar forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at alt, sum russar hava tikið frá ukrainum, skal vinnast aftur.

 

- Tað tykist kanska fyri summi, sum vit - eftir eina røð av sigrum - hava ein lítlan steðg. Men, hetta er eingin steðgur.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at tað, sum verður hidið at vera ein steðgur, bara eru fyrireikingar til næstu atsóknirnar.

 

- Tí, Ukraina skal aftur vera eitt frítt land - alt landið, segði forsetin í sínari video-talu til ukrainska fólkið í gjár.

 

Hann legði aftrat, at ukrainska afturtøkan av tí landi, sum russar hava tikið, eisini fevnir um Krim-hálvoynna og Donbas.

 

Her vísir Volodymyr Zelenskyj til teir partar av Donbas, sum russiskt stuðlaðir separistar hava havt sæðið yvir síðan 2014.

 

Forsetin segði, at næstu málini hjá ukrainska herinum verða týdningarmiklu býirnir, Mariupol, Melitopol og Kherson.

 

Ukrainski herurin tryggjaði sær leygardagin ræðið yvir Oskil-ánni í Kharkiv-regiónini, sum hevur stóran týdning á leiðini eystureftir.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum í morgun ber hesi tíðindi úr Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Volodymyr Zelenskyj saman við ukrainskum hermonnum í Kharkiv-økinum.