Zelenskyj: - Eg vil ikki gerast døgurðamatur hjá russum

- Russar eta teg spakuliga upp, bita fyri bita. Eg kalli hetta russiska kanibalismu, og eg vil ikki vera við í tí leikinum. Mær dámar tað ikki, sigur ukrainski forsetin við CNN.

Í kvøld hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, greitt frá framgongdini hjá sínum herdeildum í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum.

 

Í samrøðu við CNN vísti hann á, at ætlanin hjá Russlandi er at eta upp Ukraina, bita fyri bita, men hann legði aftrat, at hann ætlar sær ikki at gerast nakar døgurði hjá russum.

 

- Okkara herdeildir fara ikki at standa stillar, vissaði hann um. 

 

Men, forsetin hevur ikki bara skift orð við CNN í dag. Í kvøld hevur hann eisini talað til ukrainska fólkið. Her váttaði hann, at strategiskt týdningarmikli býurin, Izium, er tikin aftur frá russum.

 

Izium hevur verið undir russiskum valdi síðan í vár.

 

Í talu síni í kvøld takkaði hann ukrainsku herdeildunum fyri, at tær hava tikið í hundraða tali av bygdum og býum aftur frá russiska hersetingarvaldinum, seinast býirnar, Balaklija, Izium og Kupjansk.

 

Fyrr í kvøld sendi CNN eina samrøðu við forsetan, og her varð Volodymyr Zelenskyj spurdur um ukrainsku framtøkini hesar seinastu dagarnar.

 

- Málið hjá okkum er at beina burtur hersetingarvaldið í øllum Ukraina. Vit kunnu ikki lata Russland halda fram við hertøkuni, sum byrjaði longu í 2014.

 

Forsetin segði, at um russar sleppa at halda fram, taka teir meira og meira av Ukraina.

 

- Nú hevur tað verið steðgur. Men, við tíðini veksa russar seg sterkari og halda síðan fram við hertøkuni. Hetta er teirra strategiska ætlan, segði Volodymyr Zelenskyj við CNN í kvøld.

 

##med2##

 

Í samrøðuni samanbar hann russisku hersetingina við eina døgurðamáltíð. 

 

- Teir eta teg spakuliga upp, bita fyri bita. Eg kalli hetta russiska kanibalismu, og eg vil ikki vera við í tí leikinum. Mær dámar tað ikki.

 

Ukrainski forsetin segði, at hann kann ikki fortelja um ítøkiligu ætlaninar hjá Ukraina. Men, hann legði aftrat, at ukrainski herurin fer ikki at standa stillur, men fer at flyta seg fram eftir, sum Volodymyr Zelenskyj tók til.

 

Í allan dag hevur verið at hoyrt um nýggj økir, bygdir og býir, sum ukrainski herurin hevur tikið aftur frá russum í landnyrðingspartinum av landinum.

 

 

 

Í landnyrðingspartinum flýggja russar undan ukrainum. Her eru teir rýmdir úr nøkrum hervognum.