Zelenskyj: Næsta Eurovision verður í Mariupol

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í kvøld, at tá Ukraina verður vertur fyri Eurovision-kappingini, verður finalan í Mariupol.

 

 

 

Ukraina og Kalush Orchestra vunnu Eurovision Song Contest, sum var í italska býnum, Torino, í kvøld. 

 

Ukraina fekk 631 stig, Bretland á øðrum plássi fekk 466, Spania á triðja plássi fekk 459 og Svøríki, sum endaði á fjórða plássi, fekk 438 stig.

 

Longu í kvøld hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ynskt Kalush Orchestra tillukku við sigrinum og sigur, at hann fer at syrgja fyri, at finalan næstu ferð verður í Mariupol.

 

- Okkara mót vekir undran og virðing kring heimin, og okkara tónleikur bergtekur Evropa. Næsta ár verður Ukraina vertur fyri Eurovision, skrivar ukrainski forsetin á Telegram í kvøld.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at Ukraina fer at gera sítt besta fyri ein dag at kunna bjóða luttakarum og gestum til Eurovision í Mariupol - í einum frælsum, friðsælum og endurbygdum býi.

 

Í løtuni eru tað russiskar herdeildir saman við russiskum viðhaldsfólki, sum hava ræðið í sundurbumbaða býnum, sum var fyri russiskum álopum í nógvar vikur. 

 

Sambært tíðindastovuni NTB skrivar Volodymyr Zelenskyj eisini, at hetta er triðju ferð, at Ukraina vinnur sangkappingina, og at hetta neyvan verður seinastu ferð.