Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur vitjan av amerikanska forsetanum, Joe Biden. Forsetarnir spáka her í gøtunum í Kyiv saman við trygdarliði, tí trygt er ongastaðni í Ukraina.

Zelenskyj skal vitja amerikansku kongressina

Eftir ætlan verður vitjanin hósdagin í næstu viku, og tá skal ukrainski forsetin vitja í amerikansku kongressini.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur vitjan av amerikanska forsetanum, Joe Biden. Forsetarnir spáka her í gøtunum í Kyiv saman við trygdarliði, tí trygt er ongastaðni í Ukraina.

Útlendskar tíðindastovur vita í dag at siga, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í næstu viku fer til USA á vitjan.

Reuters skrivar, at vitjanin eftir ætlan verður hósdagin í næstu viku, og tá skal ukrainski forsetin vitja í amerikansku kongressini.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur áður vitjað Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

Ukrainski forsetin hevur, síðan Russland leyp á Ukraina, eisini verið í USA á vitjan, og tá hitti hann eisini Joe Biden, forseta.