Zelenskyj: Ukraina hevur 700.000 herfólk

Sambært tíðindastovuni, Al Jazeera, vóru 126.000 fólk í ukrainska herinum, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, sigur, at ukrainski herurin nú telur 700.000 herfólk.

 

Hetta sigur hann í samrøðu við ukrainsku sjónvarpsrásina, ICTV.

 

- Enn ikki 100.000 herfólk kunnu standa ímóti okkara heri, sigur forsetin og sipar til russisku herdeildirnar í Ukraina.

 

Volodymyr Zelensky endurtekur, at tað soleiðis eru 700.000 herfólk, sum verja ukrainskt øki

 

Sambært tíðindastovuni, Al Jazeera, vóru 126.000 fólk í ukrainska herinum, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.

 

Haraftrat kemur marinan, loftverjan og eykaherfólk. 

 

Útlendskir miðlar skriva, at um tað er rætt, at ukrainski herurin í dag tekur 700.000 herfólk, hevur tað eydnast forsetanum at savna nógv fólk at standa ímóti russisku innrásini.