Ukraina hevur tikið fleiri enn 30 bygdir aftur

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sum herfyri var á óvæntaðari vitjan í Kyiv, sigur, at ukrainski herurin eisini hevur gjørt framtøk har suðuri og eysturi í landinum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at ukrainski herurin hevur tikið fleiri enn 30 bygdir - ella búsetingar - aftur frá russum í Kharkiv-regiónini.

 

Stórbýurin, Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina, liggur í landnyrðingspartinum av landinum - og ikki langt úr russiska markinum.

 

Tað er í hesi regiónini, at ukrainar siga seg hava tikið fleiri enn 30 búsetingar aftur frá russum, og hetta eru bygdir, sum russar hava havt ræðið á.

 

Sambært tíðindastovuni NTB liggja hesar bygdir í einum øki, har ukrainar hava lagt trýst á russisku herdeildirnar og hava tikið hesar bygdir aftur.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sum herfyri var á óvæntaðari vitjan í Kyiv, sigur, at ukrainski herurin eisini hevur gjørt framtøk har suðuri og eysturi í landinum.

 

Uttanríkisráðharrin segði seg tó vænta, at bardagarnir um hersettu økini i Ukraina fara at gerast langdrignir.