Zip Line í Vági til frama fyri Bláa Kross gav fitt av peningi

Av tí, at veðrið var til vildar, gjørdi Ítróttaháskúlin í Suðuroynni í dag sín part í innsavnanini tiil Bláa Kross, ið annars er tann 1. oktober.

Í dag skipaði Ítróttaháskúlin í Suðuroynni fyri tiltaki, har øll kundu royna at sveima yvir Múlagjógv á Eiðinum í Vági. hetta verður nevnt Zip Line.

 

Fyri eitt gjald á 100 krónur, ella meira, um ein vildi stuðla við meira, so kundi almenningurin royna seg, og tað vísti seg, at mong vóru tey, ið vístu dirvi. Mong møttu upp millum klokkan 16 og 18, tá tiltakið fór fram.

 

Innsavnan fyri Bláa Kross er annars 1. oktober, men av tí at veðrið var til vildar í dag, skipaði Ítróttaháskúlin í dag fyri hesum tiltakinum.

 

Av tí at áhugin var so stórur, so kom eisini fitt av peningi inn. Umframt privatpersónar, so var eisini onkur fyritøka, ið beyð sær til at gjalda fyri síni starvsfólk, og eisini onkur stovnur luttók.

 

Av Ítróttaháskúlanum frættist í kvøld, at tað fer at nærkast 10.000 krónum, ið inn eru komnar, men enn er ikki endaliga gjørt upp.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##