Svenska fótbóltsstjørnan, og áleyparin hjá Manchester United, Zlatan Ibrahimovic er í Pittsburgh í USA í hesum døgum, har hann skuldi leggjast undir skurð í dag.
Tað er 66 ára gamli, amerikanski læknin, Freddie Fu, sum er serfrøðingur innan krossbandsskaðar, sum fremur skurðviðgerðina. Hetta bleiv váttað av høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, José Mourinho á tíðindafundi á Old Trafford í Manchester ígjár. Freddie Fu starvast á universitetssjúkrahúsinum í Pittsburgh.
Á Instagram skrivar Zlatan, at hann ætlar ikki at gevast at spæla fótbólt: - Eg fari at stríða meg ígjøgnum hetta, og fari at koma afturíaftur enn sterkari. Eitt er púra víst. Tað eri eg, sum taki avgerð um nær tað er liðugt við fótbóltsspælinum, eingin annar tekur avgerð um tað. At geva upp er ikki nakað alternativ. Vit síggjast aftur skjótt, skrivar Zlatan á Instagram.
Enn frættist ikki hvussu drúgvur skaðasteðgurin hjá Zlatan verður.