Zlatan, Xavi og Dani Alves møguliga ikki við í kvøld

Barcelona, sum vann Champions League í fjør, eru uttan Seydou Keita og Eric Abidal, sum báðir eru skaddir. Tað er ivasamt um spanski miðvallarin Xavi og brasilski høgri bakkurin Dani Alves verða klárir. Teir hava báðir verið skaddir í seinastuni, men eru við í Týsklandi. Tá Barcelona í vikuskiftinum vann 4-0 á Santander, fór Zlatan Ibrahimovic av vøllinum skaddur. Hann er eisini við, men tað er ivasamt um hann er við frá byrjan.

 

Stuttgart hevur havt tað torført í heimligukappingini hetta kappingarárið. Síðani jólaferiuna hevur tað gingið betri og liðið liggur í løtuni á einum 9. plássi. Teir hava vunnið seks av teimum seinastu sjey dystinum, og vunnu í vikuskiftinum heili 5-1 á útivølli. Hjá Stuttgart er Arthur Boka skaddur, meðan framherjin Cacau er tøkur eftir at hava verið skaddur í fýra vikur.

 

Í Grikkalandi møtast Olympiakos og fronsku meistarnir Bordeaux. Vertirnir skiftu fyri einum mánað síðani venjara. Legendan úr Brasil, Zico, bleiv skiftur út við Bozidar Bantovic. Diogo og Luciano Galletti eru ikki tøkir hjá honum at velja ímilllum til dystin í kvøld. Hjá Bordeaux manglar liðskiparin Alou Diarra.

 

Í Premier League hittast Manchester United og West Ham á Old Trafford.

 

Champions League dystirnir byrja klokkan 19.45, meðan Premir League dysturin byrjar kl 20.00.