søgdu teir løgregluni. Løgreglan fekk annars nakrar uppringingar um larm, ein fráboðan kom úr Hoyvík og ein úr Havn. Í báðum førum snúði tað seg um tónleik á málageipan, men tá løgreglan kom á staðið, so var [...] Um 17 tíðina í gjár tók løgreglan ein bilførara í miðstaðarøkinum. Tá hann varð kannaður fyri rúsdrekka, vísti tað seg, at hann hevði drukkið væl meira enn loyvt er. Hann varð tí handtikin, sendur á L
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at ein arbeiðsmaður hevði verið í Elding og keypt eina faratelefon og annað í hesum sambandi við 22.000 krónur og sent rokningina til arbeiðsgevaran. Talan var um útlending [...] landinum beint aftaná. Tá arbeiðsgevarin fekk rokningina, tá var maðurin langt av landi skotin. Løgreglan kannar nú hetta málið nærri.
innaftur sum feilkeyp og harvið hava tey fingið pengar aftur fyri vørur, sum tey ongantíð hava goldið. Løgreglan hevur 20 mál um hesi fólkini. Talan er um eina kvinnu og ein mann. Tey eru handtikin og avhoyrd
Tíbetur endaði tað væl, men løgreglan valdi at binda um heilan fingur, tá ein maður boðaði frá, at ein plastikk spælitraktorur stóð við bryggjukanti og at lastin, sum hoyrdi til fleyt á sjónum. Leiting [...] vit vildu heldur binda um heilan fingur, sigur vaktleiðarin í á politistøðini. Í nátt steðgaði løgreglan einum bilførara í høvuðsstaðarøkinum, sum varð skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av rúsevnum
Tá løgreglan í gjár kannaði ein bilførara, vísti tað seg, at hann hevði drukkið ov nógv til at koyra bil. Hann var handtikin, blóðroynd varð tikin, og hann varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Løgreglan [...] sat í einum bili og svav. Fyri at tryggja sær, at hann ikki fór at koyra avstað við bilinum, tók løgreglan lyklarnar frá honum. Hann má so á politistøðina eftir lyklinum, tá tað er runnið av honum aftur [...] sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Annars hevur verið friðarligt í býnum í nátt, sigur løgreglan. Tey kannaðu nøkur vertshús í nátt í Havn og í Klaksvík, og hvar var alt í lagi sigur vaktleiðarin
til langar køir, tá ein bilum við ferðafólki koyrdi í eina veit á smala Tjørnuvíksvegnum í gjár. Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 15:30. Bilurin stóð soleiðis fyri, at tað slapst hvørki aftur ella fram
Tað var klokkan 14:30 í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Trolvirkinum Vónini við Norðskála. Ein maður fekk ein nylonenda í andlitið. Løgreglan veit ikki, hvussu støðan er hjá manninum [...] manninum. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan og Arbeiðseftirlitið vórðu boðsend og skulu nú greina hendingina.
einum evropeiskum átaki móti brotsverkum í Eystrasalti, undir leiðslu av svium. Tað skrivar svenska løgreglan í einum tíðindaskrivi. Umframt Svøríki hava Danmark, Finnland, Estland, Lettland, Litava, Pólland [...] umleið 7,5 milliónir danskar krónur. 22 av teimum handtiknu vórðu handtikin í Svøríki, skrivar løgreglan. Tað er ikki greitt, í hvørjum londum hini vóru varðhaldsfongslað. - Átakið vísir, at brotsverk [...] fleiri enn 20.000 fólk og 15.000 akfør kannað í tíggju londum, serliga í økinum við Eystrasalt. Løgreglan hevur eisini steðgað 13 akførum við umhvørvisvandamiklum burturkasti við markið til Svøríki, tí
Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í bygdum øki í Eysturoy, vórðu tríggir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu ávikavist 74, 95 og 85 í bygdum øki, har einans loyvt er at koyra
Tá løgreglan í gjár máldi ferðina á bilum, sum koyrdu eftir Velbastaðvegnum millum ringvegin og Norðastahorn, har ferðin er niðursett frá 80 til 60 km um tíman, komu tveir bilførarar í felluna og fingu [...] røkka markinum fyri klipp í koyrikortið og treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað sama var tá løgreglan máldi ferðina við Norðskála, har ferðin er niðursett til 60 km um tíman. Har vórðu tveir tiknir [...] gevur teimum eisini treytaða frádøming av koyrikortinum. Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, veit løgreglan at siga. Men har var friðarligt sum so, men okkurt mál er, sum kann blíva til eitt mál um brot á