sær. Ein annar góður máti er at skipa fyri kravgongu fyri at lata eyguni upp hjá fólki fyri einum stórum trupulleika. Takk fyri tað, tit øll, sum hava staðið fyri at fyriskipa hetta tiltakið. Men eisini [...] eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera seinárin eftir kynsligan ágang. Her tosa vit um átøk bæði fyri tey misbrúktu og teirra avvarðandi, umframt viðgerðartilboð fyri skemmaran og hjálp til familjur teirra [...] Heldur enn børn, ið hava verið fyri kynsligan harðskap skulu reika ímillum myndugleikar, frá sálarfrøðingi, til løgreglu, til lækna v.m. so skulu hesir myndugleikar koma til barnið og gera tær neyðugu k
minkað um munin niður í eitt stig og fór seinni framum 14-11, áðrenn TB javnaði til 15-15. TB helt tørn til støðuna 17-18 (til Fleyr), tá Fleyr vann fýra stig á rað og síðani settið 25-19, og so var Fleyr [...] eisini á odda 14-11 í triðja setti, men níggju stig á rað til Drátt gjørdust dýr fyri KÍF, sum tó kom væl afturíaftur og minkaði um munin til 23-24, áðrenn Dráttur endiliga vann settið við triðja settbóltinum [...] eftir 12-12 í fyrsta setti dró Fleyr frá og vann lættliga 25-16. Fimm á rað frá 5-7 til 10-7 og onnur seks á rað frá 10-9 til 16-9 vóru grundarlagið undir sigrinum hjá TB í øðrum setti, men tað var kortini
at seta ólavsøkuna í ár. Tað takki eg fyri og vil eg nýta høvi at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til Havnar á ólavsøku. Ólavsøkan, tjóðdagur okkara er til minnis um Kong Ólav, sum lat lív í bardaga [...] byrja meira hátíðarliga, og tóku teir stig til setanina, sum vit kenna hana í dag. Teir heittu á rossafólkið um at vera við til fyrstu skrúðgonguna, og væl bar til. Hópin av ríðifólki møtti upp á hestabaki [...] hestabaki, og vóru allir í hvítari skjúrtu og svørtum slipsi. Eisini vóru tíggu til tólv smádreingir til gongu við í skrúgonguni. Hesir fittu smádreingir bóru allir hvør sítt føroyskt flagg. Tá eins í dag gekk
tónleikasøguna. Áhugin fyri samstarvi landanna millum er stórur, sigur Elis, ið hevur fingið sambond við øll møgulig týðandi fólk á økinum, bæði vertir og tónleikarar. Slóðir til sendingina hjá Elisi eru [...] vinarligt fyri yngri ættarlið, sigur Elis, ið hevur manga góða løtuna at greiða frá, síðani hann spakuliga byrjaði uppá nýggja tiltakið, sum nú hevur tikið dik á seg. Og nútímans tøkni fyri at takka, so [...] Elis sigur, at tá Scandinavia vitjaði til dansitiltak á Skála, so var hetta sera væl eydnað. Eisini tónleikarunum dámdi væl og teir koma fegnir aftur. Eisini til sama helvtarprís, hóast teir hava úr at
varð tikin niður fyri nøkrum árum síðani. Tær eru umvældar, og vórðu síðani settar í eitt rúm í Vestmanna skúla, har tær vórðu tær tiknar fram einaferð enn til heiðurs fyri Sosialin fyri hálvum triðja ári [...] Hóast Hanus er komin rættiliga væl til árs, og legði profesjonella pensilin frá sær fyri mongum árum síðani, er hann altíð sinnaður at veita sínum nærmastu eina hond. - Beint nú hjálpi eg abbasoninum at [...] plássið og fór beinanvegin til arbeiðis í Syðrugøtu, greiðir Hanus frá. Fyrsta uppgávan hansara var at reinsa rust á eini tekju hjá Poul Huus. Á hesi tekjuni lá hann so nakrar dagar, til øll húsini vóru málað
visti eg av, og eg eri til reiðar at stríðast alt tað, sum skal til. Líka væl landsliðið Í fyrradagin fekk Julian Johnsson landsliðsboð. Allan Simonsen og hansara menn skulu til Jugoslavia, og Julian gleðir [...] tey farin til Føroya at ferðast. Tey rokna við at hús verða tøk at flyta í um einar tvær vikur. Hvat siga teir til, at tú akkurát nú tað verður farið undir landskappingina, fert úr felagnum fyri at umboða [...] steðgin, men dómarin kolldømdi tað fyri rangstøðu. Julian heldur, at tann dómurin var ivasamur. Sambært eingilskar fjølmiðlar legði Julian við einari sending í dýpdina upp til 3?1 málið. Venjari í Hull City
Hattarvík lenda at minnast dagin henda. Vit leggja serliga merki til hetta frálíka listarverkið, gávuna stórbæru, kirkjuni til heiðurs og æru, altartalvuna, ið kórveggin prýðir, har skapanin í huga fram [...] illa, og hetta var við til at gera teinin, sum var 1.400 m, heldur vandamiklan. Tað var sera hált í svingunum, og eg koyrdi alla tíðina sera varliga. Úrslitið varð tó, at eg til seinast noyddist at gevast [...] kring Føroyar. Eftir at fyrsti dagurin varð nýttir til ein prolog upp á 6,6 km, varð næsta dagin farið undir fyrstu veruligu etapuna, sum var 170 km. til longdar.. Rógvi royndist sera væl henda dagin, og
lata høli til hesa framsýning, og eg vil serstakliga takk stjóranum, Eiriki Torlákssyni, fyri at hann á sinni vildi gera so væl at koma til Føroya og saman við Haraldi Inga Haraldssyni, stjóra fyri Listasavninum [...] er mær ein heiður at vera til staðar á tí mæta listasavni Kjarvalsstøðum, nú framsýningin av føroyskari nútíðarlist skal lata upp. Vegna Tórshavnar bý og føroyingar allar vil eg takka fyri, at Kjarvalsstaðir [...] avbyrging og líkasælu. Men tað veruliga frælsi er eitt frælsi til at virka, skapa, røra seg í mun til aðrar frælsar eindir. Í staðin fyri ta andlitsleysu altjóða hópmentanina tekur hann undir við øllum
stórt arbeiði fyri at styrkja føroyskt. Tað eiga tey allan heiður fyri. Men í farnu viku tóku tey eina avgerð, sum avmarkar og skerjir føroyskt. Sum ger føroyskt ekskluderandi í staðin fyri inkluderandi [...] eitt fult alfabet. Ein samd Málnevnd mælti eisini til, at bókstavirnir c, w og x vórðu tiknir inn í alfabetið. Og á løgtingið var ovurstórur meiriluti fyri tí sama. Eg minnist serliga eitt frá løgtingsviðgerðini: [...] koma uppá pláss. Og tað var júst orsøkin til, at Løgtingið onga formliga støðu tók í málinum. Í staðin mælti ein fullsamd mentanarnevnd tí komandi Málráðnum til at autoriserað eitt fult, føroyskt alfabet
uttan mun til, hvørji tey eru, ella hvussu tey eru fyri. Víðari siga tey fyri mær, at tygum eru lítillátin, fyrimyndarlig og fitt – tað er ikki eiti á skoðsmáli at fáa, og eg eri glaður fyri at sleppa [...] mær ein sera stórur heiður at bera tygum eina heilsan á tygara 100 ára føðingardegi. Orsøkin til, at eg sleppi at bera tygum hesa heilsan, er tann, at eg eri formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu [...] vit bæði hava nakað meir enn hetta til felags, tí vit bæði eru nevniliga bæði tvey sannførd sjálvstýrisfólk, og tað ger tað bara enn hugaligari fyri meg at halda talu fyri tygum. ##med4## Góða MieBeth Hetta