14 ár síðani B68 vann grannauppgerð á Svangaskarði

Avbjóðingin er stór hjá toftamonnum, sum ikki hava vunnið í níggju mánaðir

Tað eru várdagar í Nes kommunu. Ein partur av skránni í dag er, at B68 klokkan 15 fer at spæla landskappingardyst á Svangaskarði ímóti grannunum í NSÍ. B68 hevur úr sjey teimum fyrstu umførunum vunnið eitt stig, og NSÍ hevur vunnið 12 stig.

 

B68 mótbrekkan hevur nógvu tær seinastu ferðirnar verið øgiliga brøtt, tí toftamenn eru ikki farnir av vøllinum við fullari úrtøku í landskappingini síðani 27. august í fjør, tá ið toftamenn vunnu 1-0 í Sørvági. Síðstu ferð B68 vann á heimavølli var 5. august í fjør, tá ið ÍF fór av Svangaskarði við 3-1 tapi.

 

Í dag er álopsspælarin Brian Jakobsen leikbannaður, tí hann hevur fýra gul kort á kontuni.

 

Esmar P. Clementsen og Fríði á Borg eru skaddir, og tað er ivasamt, um tvíburarnir Aleksandur og Bárður Ó. Jensen og Hjalti Strømsten eru førir fyri at spæla.

 

Hóast NSÍ mánakvøldið tapti 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi, so vísti avrikið og hugburðurin, at tað av álvara gongur rætta vegin hjá uppflytarunum.

 

Oddur Á. Højgaard er skaddur. Steffan A. Løkin er tøkur aftur eftir sjúku, og tað er møguleiki fyri, at verjukendi miðvallarin Konrad Gustafsson verður við, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur verið darvaður av vøddaskaða.

 

Tølini siga, at tað skjótt vera 14 ár síðani, at B68 vann grannauppgerð á Svangaskarði ímóti NSÍ. Tað var 28. august í 2010, tá ið B68 vann 3-2. Einasti maður frá tí dystinum, sum verður á listanum í kvøld, er Klæmint A. Olsen, sum ta ferðina var á NSÍ beinkinum alla tíðina.

 

B68 – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.