20 ár og 138 dystir síðani San Marino vann seinast

San Marino var favorittur í tveimum venjingardystum móti Saint Kitt's og Nevis, men megnaði ikki at vinna

San Marino hevur ikki vunnið ein A-landsdyst í fótbólti síðani 28. apríl í 2004. Tá vunnu teir 1-0 á Liktinstein.

 

Síðani tá hevur San Marino spælt 138 A-landsdystir uttan at vinna ein tann einasta av øllum hesum 138 dystunum.

 

Farna mikukvøld var San Marino favorittur at vinna á karabiska oyggjalandinum Saint Kitt's og Nevis á heimavølli. Men karabiska liðið vann dystin 3-1. San Marino legði seg annars á odda 1-0 tá 21 minuttir vóru leiktir.

 

Farna sunnukvøld skuldi tað so vera. San Marino skuldi aftur spæla venjingardyst á heimavølli móti Saint Kitt's og Nevis. Men tann dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Undan seinna dystinum móti Saint Kitt's og Nevis hevði San Marino - hóast tap - skorað í fýra dystum á rað. Tað hevur San Marino ongantíð gjørt áður.

 

San Marino er í Nations League D bólki saman við Liktinstein, Gibraltar og Moldova. Ein hevði unt teimum av hjarta, at vunnið ein dyst móti Liktinstein ella Gibraltar. Teir megna neyvan at vinna á Moldova, men ein skal aldrin siga aldrin.

 

Fyrst í juni spælir San Marino venjingardystir móti Slovakia og Kýpros.

 

Í 1995 vunnu Føroyar 3-0 og 3-1 á San Marino í EM-undankappingardystum. Vit hava ikki spælt ímóti teimum aftur hesi farnu 29 árini.

 

##med2##