Andrias og liðfelagarnir í Chojniczanka eru nú fimtfremst

Chojniczanka vann á heimavølli í kvøld

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka vunnu seg í kvøld upp á fimta plássið í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Tað gjørdi Chojniczanka við einum 1-0 sigri á heimavølli móti Sandecja Nowy Sącz. 

 

Sigursmálið hjá Chojniczanka skoraði gamli KÍ og B36-áleyparin, Valerijs Sabala tá 57 minuttir vóru leiktir av dystinum. 

 

Chojniczanka hevur 45 stig á fimta plássinum í deildini. Chojniczanka hevur trý stig niður til Zaglebie, ið hevur 42 stig á sjeynda plássinum. 

 

Tað er alt avgerandi hjá Chojniczanka at enda millum seks tey ovastu liðini tá grundspælið er liðugt. Tvey tey fremstu liðini flyta upp í næstbestu deildini, og liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks spæla um uppflyting. 

 

Chojniczanka hevur trý stig upp til annað plássið, har Kalisz hevur 48 stig. So beinleiðis uppflytingin er heldur ikki so langt burtur hjá Andriasi og liðfeløgunum. 

 

Mánakvøldið 6. maj spælir Chojniczanka á útivølli móti botnliðnum, GKS Jastrzebie.

 

Chojniczanka spælir seinasta dystin í grundspælinum 25. maj.