37.396 palestinar dripnir í Gazageiranum

Í dag siga heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum, sum eru undir eftirliti av Hamas, at tilsamans 37.396 palestinar eru dripnir og 85.523 eru særdir í krígnum.

Hamas-stýrdu heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum dagføra regluliga tølini yvir deyðar og særdar palestinar síðan ísraelsku innrásina.

 

Aftur í morgun hevur felagsskapurin eina nýggja dagføring, sum ikki er váttað av óheftum keldum.

 

Í dag sigur felagsskapurin, at tilsamans 37.396 palestinar eru dripnir og 85.523 eru særdir í Gazageiranum síðan oktober í fjør.

 

Tað var nevniliga hin 7. oktober í fjør, at Hamas púrasta óvæntað leyp á Ísrael við einum ótali av rakettum og bæði drap og rændi nógv fólk við markið.

 

Seinni gjørdi Ísrael innrás í Gazageiran.

 

Málið hjá Ísrael við innrásini er at jarðleggja hernaðarliga partin av Hamas, soleiðis at felagsskapurin ikki kann verða nøkur hóttan móti Ísrael.