Russar mundu dripið meg fimm ferðir

Bjørn Kallsoy av Eiði fór sjálvboðin í kríggj á ukrainska hermótinum. Í eitt ár bardist hann í skotgrøvum ímóti russum. Hann var fleiri ferð í lívsvanda, men drívmegin er at hjálpa ukrainska fólkinum

Í Sosialinum hesaferð er stór samrøða við føroyska hermannin, Bjørn Kallsoy, sum kríggjast við Ukraina ímóti russarum, sum hava gjørt innrás í landið.

Bjørn Kallsoy er 43 ára gamal og ættaður av Eiði. Hann er heiðraður við tveimum heiðursmerkjum frá ukrainska herinum.

Hann stríddist í eitt ár á ukrainska hermótinum, áðrenn hann kom heim 12. apríl. Eftir ætlan verður Bjørn Kallsoy heima í fimm mánaðir og fer so aftur út á ukrainska hermóti.

Hann greiðir millum annað soleiðis frá:

– Eg hoyrdi eina granat, tú hoyrir tær eitt sekund, áðrenn tær lenda. Eg rópti, granat! Kavaði í bumbuskýlið og bankaði økslina. Eg hoyrdi brestirnar rundanum, og royndi at hyggja út eini fýra ferðir fyri vita, um eg sá vinmannin hjá mær. Hvørja ferð eg stakk høvdi útum, brast ein granat. Aftan á 4-5 granatir lenaði eg meg afturá og hugsaði:

»Fyrsta missiónin, og eg havi mist vinmann mín«. 

 

##med2##

– Tá síggi eg fótin hjá honum koma innum inngongdina. Eg var so glaður, tók í fótin og skrykti hann inn. Hann stóð har við einum løgnum smíli, eg haldi at hann var skelkaður. Eg eri ikki ein sum vanliga klemmast, men hann fekk eitt stórt klemm og muss á kjálkan.

Ógvusligu upplivingarnar gjørdu, at Bjørn Kallsoy hevði bestan hug at geva upp. 


##med3##

 

Eftir at hann hevði gjørt 3-4 missiónir var tað um hangandi hár, at hann fór heim, men hann varð kortini verandi.

Lesið stóru samrøðuna við føroyska hermannin í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið.

Haldara kunnu lesa blaðið á sos.fo

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##