60 prosent grøn elframleiðsla fyrstu fimm mánaðirnar

SEV boðar frá at eftirspurningurin eftir elorku er øktur 5,14 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tó skarar mai mánaði burturúr við tað, at eftirspurningurin minkaði 1,2 prosent fyri alt landið og 15 prosent í Suðuroy.

- Tað er sjálvsagt ilt at siga við vissu, hvør orsøkin er, men eg vænti, at verkfallið og harvið niðursetta virksemið hevði ávirkan á eftirspurningin eftir elorku í mai, sigur Heri Mortensen, deildarleiðari fyri framleiðsluna hjá Sev.

 

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hevur elframleiðslan verið 60 prosent burðardygg í mun til 56 prosent sama tíðarskeið í fjør. Vit sóu eina øking í úrtøkuni av vatnorku eins væl og vindorku. Vatnorkan gav 8 prosent meira, t.e. 55GWt í mun til 51 GWt í fjør, meðan úrtøkan úr vindorku royndist væl betur í ár enn í fjør.

 

Vindorkuframleiðslan fram til 31. mai í ár gav 60 GWt í mun til góðar 52 GWt somu tíð í fjør, ella 15 prosent meira. Tað er serliga í meginøkinum, at økingin í vindorkuframleiðsluni sæst. Har er økingin 17 prosent, og eru tað battarískipan og synkronkompensatorin, sum gera munin og tryggja, at meira fæst til høldar av vindorkuni í meginøkinum.

 

Tilsamans hava vind- og vatnorka staðið fyri 115 GWt í mun til 102 GWt í fjør. Tað merkir eisini, at framleiðslan úr olju er minkað 4,3 prosent, 80 GWt í mun til góðar 83 Gwt í 2023, svarandi til eina oljusparing á umleið 700 tons.

 

Veðrið hevur verið gott í mai, og hetta sæst í elframleiðsluni. Varandi orkukeldurnar komu upp á 25 prosent, meðan Sundsverkið og Vágsverkið stóðu fyri 75 prosent av orkuframleiðsluni.

 

Hetta er ikki óvanligt fyri mai. Seinastu fimm árini hevur grøni parturin av framleiðsluni ligið millum 21 og 28 prosent, uttan í fjør, tá grøni parturin stóð fyri helminginum av framleiðsluni.

 

Sólorkuframleiðslan í mai í ár var 27,4 MWt, sum svarar til mánaðarnýtsluna hjá uml. 65 húsarhaldum.