77 ára gamal ætlaði at sigla hassj til Grønlands

Løgrelgan í Danmark fann 19 kilo av hassji og eina størri peningaupphædd á einum báti í havnini í Rømø sunnan fyri Esbjerg í Suðurjyllandi

Ein bátur í havnini á Rømø var nýttur sum flutningstól, tá hassj skuldi førast til Grønlands úr Danmark, heldur løgreglan.

Í bátinum funnu løgreglufólk hósdagin tilsaans 19 kilo av hassji, stendur í tíðindaskrivi frá Syd- og Sønderjyllands Politi.

Eigarin av bátinum er ein 77 ára gamla maður. Hann er skuldsettur fyri at ætla at smugla rúsevnið til Grønlands, men støðu hansara til skuldsetingina er ikki upplýst um.

Eftir avhoyringar varð maðurin leyslatin, upplýsir varapolitiinspektørur, Karsten Hulmose, í tíðindaskrivinum.

– Vit eru ógvuliga nøgd við tað vit funnu í gjár, sum stóðst av áhaldandi kanningararbeiði, sigur hann.

Eisini hald lagt á »eina størri peningaupphædd«, men løgreglan sigur einki um hvussu nógv.

Fleiri aðrir smuglarar hava áður roynt at føra rúsevni til Grønlands við at svølgja evni í posu og so at flúgva til norðureftir. Hesin háttur hevur víst seg at vera ógvuliga hættisligur. Tað hevur kostað fleiri mannalív, varð greitt frá í 2022.

Soleiðis doyði ein 53 ára gamla maður úr Qaqortoq av bruna, sum hann fekk í tarmunum av smáum pakkum við hassji.

Ein maður í tríatiárunum doyði í flogfari á veg úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq. Og ein triði maður úr Aarhús doyði eisini vegna hassj í búkinum.

/ritzau/