Regin Jacobsen: Vit klára okkum uttan blokkstuðul

Seinastu 15 árini hava verið so góð búskaparligar, at vit høvdu klárað okkum uttan ríkisstuðul úr Danmark

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, við danska blaðið Weekendavisen, sum hevur verið í Føroyum og viðgjørt laksavinnuna. Samrøðan við stjóran á Bakkafrost er í grein, nevnd »Den færøske olie«, sum blaðið innleiðir soleiðis:

– Føroyingar súgva milliardir upp úr firðunum. Alivinnan tjenar so stúrtandi, at tilflytarar streyma til landið fyri at knokla á alivirkjunum. »Vit høvdu klárað okkum uttan Danmark«, sigur Regin Jacobsen, sum blaðið skírir »Færøernes laksekonge«.

Í samrøðuni greiðir Regin Jacobsen frá søguligu gongdini, tá Føroyar fóru frá bóndasamfelagnum til fiskivinnusamfelag fyri 150 árum síðani. 

– Síðani tá hevur størsti trupulleikin verið at útvega kapital. Men vit gjørdu nøkur stór alibrúk, har vit fingu stýra á lívfrøðini. Og síðani hava vit kunna gjørt søguliga stórar íløgur, sigur hann við danska blaðið.

 

##med2##

– Eitthvørt land hevur brúk fyri einum lokomotivi, sum kann draga alt tokið, sigur hann.

– Seinastu 15 árini hava verið merkt av søguligari búskaparligari framgongd í Føroyum, og vit hava til dømis hægri btú fyri hvønn íbúgva enn Danmark hevur, sigur hann og leggur so afturat.

– So fyri tað kundu vit væl klárað okkum uttan nakran stuðul úr Danmark, sigur hann.

##med3##

 

Gongur sum ætlað hjá landsstýrinum, so minkar ríkisveitingin úr Danmark niður í 542 milliónir krónur hetta valskeiðið – ein góð hálv milliard, sum stjórin í Bakkafrost heldur, at føroyingar væl kunnu klára seg uttan.