9 býráðslimir vilja kanna at gera flogvøll á Glyvursnesi

Tað er bara Tjóðveldi, sum er ímóti at brúka pengar at kanna ein flogvøll á Glyvursnesi.

Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum hevur sett fram uppskot um staðseting av flogvølli á Glyvursnesi, sum er ein gomul ætlan hjá Tórshavnar býráð.

Ætlanin at gera floghavn ella flogvøll á Glyvursnesi er frá 1980'unum. Veðurkanningar vísa, at møguleikar er fyri betri reglusemi í flogferðsluni. Flogvøllurin skal eisini kunna taka ímóti størri flogførum. Stór menning er í flogferðsluni bæði við ferðafólkum og farmi.

Rambøll gjørdi í 2019 nýggja kanning av óljóði og frástøðu til verndi býarøki og framtíðar býarvakstrarøki á Hamrinum og undir Kirkjubøreyni verða sambært árinskanningini ikki órógvað av óljóði frá flogvøllinum. Samstundis gongur tøkniliga menningin tann vegin, at flogførini yvirhøvur geva minni ljóð frá sær.

Fáast skal til vega tilfar, ið lýsir, hvussu flogvøllur, ið er uml. 2.700-3.000 metrar langur og sum lýkur krøv til breidd til altjóða flúgving, best kann staðsetast í økinum. Haraftrat skal gerast tilfar um, hvussu flogvøllurin kemur at síggja út í mun til hædd o.a. í lendinum, og sum kann geva ábendingar um, hvussu lendisarbeiðið kann skipast.

Endamál við hesum er at fáa betri grundarlag til víðari fyrireikingar, harímillum skipanarlig og fíggjarlig viðurskifti, og at har úrslitið av hesum verður lagt aftur fyri býráðið til politiska støðutakan.

 

##med2##

Borgarstjórin skjýtur upp at játta kr. 500.000 til endamálið.

Málið var fyri í fíggjarnevndini 22. mai. Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein og Tróndur Sigurðsson, tekur undir við, at 500.000 kr. verða játtaðar til endamálið, og at málið verður beint í býráðið sum eykajáttanarmál, ið tørvar tvær viðgerðir.

Ein minniluti, Annika Olsen og Gunvør Balle, taka støðu til málið í býráðnum.

Á býráðsfundi 30. mai 2024 varð fyrst atkvøtt um broytingaruppskotið frá Tjóðveldi, í er soljóðandi: »Tjóðveldi mælir til at 500.000 kr. sum skulu brúkast til flogvallakanningar, ístaðin verða játtaðar til umhvørvisdeildina«.

 

##med3##

4 atkvøður vóru fyri, 8 ímóti og 1 blank

Fyri atkvøddu: Turið Horn, Jákup Dam, Gunvør Balle og Annika Olsen.

Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam og Birgir Nielsen.

Blankt atkvøddi: Súsanna Olsen.

Síðani var atkvøtt um tilmæli frá fíggjarnevndini, ið varð samtykt við fyrstu viðgerð við 8 atkvøðum fyri, 4 ímóti og 1 blank og beint víðari til aðru viðgerð.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigursson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam og Birgir Nielsen.

Ímóti atkvøddu: Turið Horn, Jákup Dam, Gunvør Balle og Annika Olsen. 

Blankt atkvøddi: Súsanna Olsen.

Á býráðsfundi hósdagin varð málið so samtykt við seinnu viðgerð við níggju atkvøðum fyri, fýra ímóti og ongari blankari atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Birgir Nielsen og Súsanna Olsen

Ímóti atkvøddu: Elsa Berg, Jákup Dam, Gunvør Balle, Annika Olsen.