Ætlan fyri frið vísir aftur russiskum krøvum

Ukraina skal undir ongum umstøðum slaka fyri krøvum hjá Russlandi um at fáa fatur á ukrainskum landaøki.

 

Viola Amherd, forseti í Sveis, sæst her saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, á toppfundi í Sveis. - Foto: Alessandro Della Valle/Ritzau Scanpix

Tað gjørdu fleiri lond greitt, um í dag tóku undir við einum avtaluteksti á friðarráðstevnu í Sveis í dag, skrivar Reuters.

92 lond vóru á friðarráðstevnuni, og flestu teirra hava skrivað undir upp á endaliga skrivið.

Í avtaluni skriva londini, at »territoriali integriteturin« hjá Ukraina skal virðast í eini endaligari friðaravtalu millum Russland og Ukraina.

Í gjár kravdi russiski forsetin, Vladimir Putin, at Ukraina frásigur sær økini Donetsk, Luhansk, Kherson ogZaporizjzja eins og Krim hálvoynna, um skjótt hálvtannað ára kríggið skal enda.

/ritzau/

 

 

Viola Amherd, forseti í Sveis, sæst her saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, á toppfundi í Sveis. - Foto: Alessandro Della Valle/Ritzau Scanpix